Nú skal eg passa havan

Tað sigur Brian Kerr, sum ikki heldur fram sum føroyskur landsliðsvenjari. Hann er vónbrotin av samráðingarnar ikki komu á mál og metur at talan var um lítlan mun millum partarnar

Fyri kortum boðaði Fótbóltssambandið frá, at Brian Kerr ikki heldur fram sum landsliðsvenjari. FSF-forsetin, Christian Andreasen, segði við sjónvarpið hjá Kringvarpinum, at orsøkin til at samráðingarnar eru endaðar eru fíggjarligar og ikki ítróttarligar.
– Eg samráddist tvær ferðir við FSF, eina ferð í juli og so fyri trimum vikum síðani, sigur ein vónbrotin Brian Kerr.
58 ára gamli írin dylir ikki fyri, at hann fegin hevði hevði hildið fram í starvinum.
– Eg hevði fegin vilja hildið fram, men FSF tóktist ikki so áhuga í at tosa við meg. Teir høvdu nógv um oyruni í summar og tí bleiv tað bara til samráðingar í tveimum umførum. Eg skilji væl, at FSF hevur eina fíggjarætlan at arbeiða útfrá, men eg haldi at tað var minni munurin millum partarnar, sigur Brian Kerr.
– Fleiri hava sagt við meg, at eg havi gjørt eitt gott arbeiði her og tað haldi eg eisini sjálvur, og tí er tað eitt sindur løgið at standa eftir við ongum, sigur Brian Kerr.
Brian Kerr megnaði at fáa fólkið á sína síðu, nakað sum sæst aftur á áskoðaratølunum. Umstríddi FIFA styrkilistin vísir eisini, at føroyska landsliðið gjørdi framstig, meðan írin var venjari.

Errin íri
Brian Kerr tók við starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari í apríl 2009. Í fjórðu royndini eydnaðist honum at føra føroyska landsliðið til sigurs á Litava.
– Eg eri sera errin av at hava fingið álitið frá eini heilari tjóð, at standa á odda fyri landsliðnum hjá teimum. Eg veit at eg havi sagt tað fyrr, men tað er ein stórur heiður fyri meg, sigur Brian Kerr.
Millum minniligastu avrikini við írska landsliðsvenjaranum vóru sigrarnir móti Litava og Estlandi og javnleikurin móti Norðurírlandi, umframt dysturin móti Italia á Tórsvølli, har vit vóru breiddina á stongini og tvørstongina frá at vinna á einum fullsettum leikvølli.
– Tað vóru sjálvandi fleiri deiligir dagar sum føroyskur landsliðsvenjari. Sigrarnir á Litava og Estlandi og javnleikurin móti Norðurírlandi. Sigurin móti Estlandi var serliga søtur, tí vit taptu í Estlandi í evstu løtu, greiður Brian Kerr frá og heldur fram:
– Tað var eisini ein lætti at fáa fyrsta sigurin á Litava, og ikki minst stendur eftir í minninum dysturin móti Italia, har vit raka bæði stongina og tvørstongina og eru um at vinna, sigur Brian Kerr.
Seinasti dysturin hjá Brian Kerr sum føroyskur landsliðsvenjari var móti Serbia í Beograd. Serbia vann dystin 3-1.
– Eisini seinasti dysturin var serstakur, tí vit vóru líka við at koma upp á 2-2 og spældu væl. Dysturin vísti, at vit høvdu flutt okkum sum lið. Tíverri endaði tað við, at vit taptu 3-1, sigur Brian Kerr um góðu minnini sum landsliðsvenjari.

Heim at gera havan
Brian Kerr er í dag 58 ára gamal. Áðrenn hann gjørdist venjari hjá føroyska landsliðnum, var hann millum annað venjari hjá irska landsliðnum og írska felagnum, St Patrick’s Athletic. Men hvat ætlar írin sær nú at finna upp á.
– Nú fari eg at taka mær av løttum og heilsa upp á fólk, sum eg ikki havi sæð leingi, umframt at eg havi ein hava, sum eg ikki havi passað í longri tíð, sigur Brian Kerr við einum brosi.
Brian Kerr arbeiðir fyri bæði írskt sjónvarp og útvarp.
– Eg fari sjálvandi til teir dystirnar eg kann, og eg havi eitt sindur av miðlaarbeiði at gera, og so fáa vit annars at síggja hvat hendir, sigur Brian Kerr.
Í tíðini sum føroyskur landsliðsvenjari var Brian Kerr millum annað settur í samband við starvið sum hjálparvenjari hjá skotska stórfelagnum Celtic.

Takk fyri og góða eydnu
Hóast samstarvið millum Brian Kerr og Fótbóltssambandið endaði heldur brádliga, so er Brian Kerr glaður fyri tíðina sum landsliðsvenjari.
– Eg vil gjarna takka øllum, sum hava stuðlað mær sum landsliðsvenjara. Tað hevur verið ein heiður at verið landsliðsvenjari hjá Føroyum. Spælararnir hava næstan uttan undantak verið erligir og givið seg alt teir kunnu. Eg vil eisini takka Fótbóltssambandinum fyri samstarvið og ynskja teimum og føroyskum fótbólti alt tað besta í framtíðini, sigur Brian Kerr at enda.
Við Brian Kerr á odda megnaði føroyska landsliðið at vinna sær sjey HM- og EM-undankappingarstig og skjóta níggju mál, og fyri fyrstu ferð nakrantíð at flyta ein styrkisbólk upp.