Blokkniðurskurðurin er ein tann størsta orsøkin til strukturella hallið.
Tað segði Magni Laksáfoss á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum, og hann greiddi víðari frá, at av ringvirknaðinum í samfelagnum er 1,5 milliard krónur burtur grundað á blokkniðurskurð.
– Loysnin á strukturella hallinum er at rationalisera hjá tí almenna. Og prístalsregulering av blokkinum er nevnd ferð eftir ferð undir samráðingunum, sigur Magni Laksáfoss somuleiðis.
Flokkurin tekur undir við manninum á síðusporinum í flokkinum. Blokkurin verður nevndur í hvørjari røðu á landsfundinum, og eisini Kaj Leo Johannesen, formaður í flokkinum er samdur, og nevnir tað fleiri ferðir, men so er spurningurin, hvussu undirtøka skal fáast fyri tí.
– Tað er bara ein máti at fáa hetta ígjøgnum, og tað er at taka tað upp. Tað kann vera, at tað er tíðin ger, at mann metir, at mann hevur meira brúk fyri pengunum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann leggur afturat, at tað væl ber til at fáa Sambandsflokkin at ganga við til, at marka pengarnar til almannaverk, heilsuverk og skúlaverk.
Men Kaj Leo Johannesen vil ikki seta hetta sum krav til samgonguna.
– Vit hava eitt ynski upp á sama máta sum hinir flokkarnir hava ynski til karmar. Vit meta og vilja heita á, at tað verður tikið upp til næstu samráðingar, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Næstu samráðingarnar um ríkisveitingina verða í heyst, og um ríkisveitingin verður prístalsviðgjørd, so kann hon sambært Edmundi Joensen, tingmanni fyri Sambandsflokkin, geva 110 milliónir krónur afturat í landskassan.
Løgmaður staðfestir eisini, at tað serliga er orðið krav, honum ikki dámar.
– Orðið krav og kríggj dámar mær ikki. Hetta við ultimativum bardøgum og kríggi. Vit hava eina áheitan, og tað rokni eg við, at hinir flokkarnir taka seriøst, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Tó metir hann, at Sambandsflokkurin hevur minst líka stóran møguleika at fáa sítt ígjøgnum sum hinir flokkarnir, og at hinir flokkarnir helst hava meldað ov hart út.
– Eg haldi, at tær útmeldingarnar vóru í so harðligar, og eg eri ikki tilhangari av trimum skotgrøvum.
– Tað, at fara út í fjølmiðlarnar er ikki tað, sum gevur bestu úrslitini, metir Kaj Leo Johannesen, tá hann verður spurdur, um Sambandsflokkurin ikki dettur niður ímillum hinar flokkarnar við sínum krøvum.
Ikki semju fyri semju
Men hóast Magni Laksáfoss og Kaj Leo Johannesen er púra samdir um, at blokkurin skal tiðnast og stórar rationaliseringar skulu gerast hjá tí almenna, so eru teir ikki heilt samdir um háttin at gera tað uppá.
– Eg haldi tað vera øgiliga harmiligt, at flokkurin ikki hevur meldað út, hvat flokkurin meinar, hvat vit eiga at gera. At vit hava lagt okkum so tætt at Javnaðarflokkinum. Tað haldi eg veljararnir hava rætt til at vita. Nú havi eg sagt, tað sum eg meini, at vit skulu gera, og hetta er tað sama, sum meginparturin av tingfólkunum halda, segði Magni Laksáfoss í síni røðu á landsfundinum.
Fleiri limir av tingbólkinum eru púra samdir við Magna Laksáfoss, tá teir verða spurdir úti í høllini á Skúlaheiminum í Havn, har landsfundurin var.
– Vit mugu fara inn í hendan bardagan við tí ideologisku bakgrund, sum Sambandsflokkurin hevur, og tekur tann bardagan og ikki tekur semjuna fyri semjuna skyld. At tað ikki bara er ein semja fyri semjuna skyld við at leggja við til, at enn fleiri gjøld verða løgd á vinnuna, segði Magni Laksáfoss.
Má vísa ábyrgd
Men Kaj Leo Johannesen, formaður í flokkinum, vil ikki tosa um krøv og kríggj.
– Eg havi eina ábyrgd sum leiðari. Tað nyttar ikki, at tríggir flokkar fara upp at leika í. Eg eri ikki tilhangari av trimum skotgrøvum.
Men nyttar tað nakað hjá Sambandsflokkinum at ganga uttanfyri skotgrøvina og mala, meðan hinir liggja klárir til at skjóta tykkum niður?
Ongin skjýtur okkum niður í løtuni. Vit eru í góðum form. Vit eru í toppform. Men hinvegin er tað, at fara út í fjølmiðlarnar ikki tað, sum gevur bestu úrslitini, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum.
Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur og Jørgeni Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum, og Jóannesi Eidesgaard, formanni í Javnaðarflokkinum, áðrenn blaðið fór til prent, men teir hava báðir fyri tíð síðan sagt, at teir ikki vilja ganga við til at tiðna blokkin.