Nú skal bøtast um trygdina hjá børnunum

Fleriri barnaverndir kring landið skulu nú leggjast saman, tí nú er ætlanin at miðsavnar barnaverndarøkið í nógv færri, men nógv størri øki, enn nú.

Tað er endamálið við einum uppskotið, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum ætlar at leggja fyri løgtingið í næstum.

Sum støðan er nú, er tað eitt krav, at hvør barnavernd skal hava eitt fólkagrundarlag upp á minst 1500 fólk.

Men nú er ætlanin, at hvør barnavernd skal vera minst tvær ferðir so stór, tí nú skal grundarlagið undir hvørjari barnavernd verða minst 3000 fólk.

Tað merkir, at kommunur, sum eru undir 3000 fólk, mugu søkja sær samstarv við størri kommunur fyri at lúka treytirnar.

Men samstarvsøkini skulu vera samfeld landafrøðilig ella samferðsluliga.

Harafturat verður ikki longur givið frávik frá hesum og geva økjum við færri enn 3000 fólkum, undantaksloyvi at gera sína egnu barnavernd.

Samstundis skulu barnaverndirnar nú hava heimild at taka sær av børnum og ungum heilt upp í 23 ár í ávísum førum.

Tað verður eisini eitt krav, at hereftir skulu formaðurin og meirilutin í eini barnaverndarnevnd minsta lagi hava eina viðkomandi miðallanga útbúgving.

Samstundis skulu Kommunustýrini syrgja fyri, at starvsfólk, sum verða sett at umsita barnaverndarmál, í minsta lagi hava eina miðallanga, viðkomandi útbúgving og minst eitt av starvsfólkunum skal hava sosialfakliga útbúgving.

Í ávísum førum kunnu foreldur heilt missa rættin yvir børnunum, um tey hava verið há fosturforeldrum í minst fimm ár og hava fingið so tætt tilknýti til fosturforeldrini, at tað má metast at vera best fyri barnið, at tað verður verandi hjá teimum.