Nú skal bústaðarskylda vera í húsum í Havn

Tórshavnar Býráð vil eisini hava spurningin um ognarskatt á breddan

Tað skal vera ólógligt at hava hús í Havn, sum eingin býr í, heldur Tórshavnar Býráð.

 

Fólk, sum eiga hús í Havn, skulu hava skyldu til at búgva í teimum. Tað heldur Tórshavnar býráð. Og nú fer Býráðið sostatt at viðgerða spurningin um tey skulu fara víðari við málinum og heita á landspolitiska myndugleikan um at broyta lógina soleiðis at kommunan kann áleggja fólki í ávísum býlingum í Havn at búgva í húsum, tey eiga har.  

 

– Tað standa alt ov nógv tóm hús í Havn og tað er ikki gott fyri trivnaðin og sosialu samveruna í einum býlingi, sigur býráðið. Einki lív er í einum grannalagi ella myrkt er í vindeygunum, tá ongin býr í einum húsi ein part av árinum, leggur býráðið afturat.

 

Her verður serliga hugsa um gomlu Havnina, úti á Reyni, og har um vegir. Men íløtuni verða nógvir nýggir bústaðir bygdir í kommununi, og fyri at lofta trupulleikanum við tómum húsum, sum eisini kann gerast ein trupulleiki í nýggju býlingunum, er málið vorðið búgvið til at taka spurningin viðvíkjandi bústaðarskyldu upp aftur til viðgerðar. 

 

– Føroyar gerast somuleiðis eitt alsamt meiri áhugavert ferðavinnumál, og tí kann roknast við, at hús verða keypt til ferðavinnu endamál, heldur enn at vanligi føroyingurin fær ognað sær eini hús í Tórshavnar kommunu. 

 

Tórshavnar býráði heldur, at bústaðarskyldan er ein háttur at basa trupulleikanum við at fleiri hús standa tóm, men tey halda, at ljós kann esini varpast á møguleikan, at áseta eitt slag av ognarskatti á hús nummar tvey hjá fólki. Og nú skl býráðið so staka støðu til um tey skulu heita á kommunufelagið og á landspolitisku myndugleikarnar, um at taka málið upp og at arbeiða víðari við tí.

 

– Í høvuðsheitum er trupulleikin , at tað er ongin føroysk lóg, sum heimilar kommunum at áleggja bústaðarskyldu á ognir í kommununi. Tað eru bert bøndur og prestar, sum hava bústaðarskyldu Føroyum, sigur býráðið.