Ferðsluljósini vórðu tikin í nýtslu fyri ólavsøku í fjør. Endamálið við ferðsluljósunum var at lætta um ferðslutrupuleikarnar, sum eru við hetta vegamótið, serliga á morgni og seint seinnapartin.
Men seinni parturin av hesum arbeiði – at breiðka vegirnar – er núststaðni gjørdur.
Vónað varð at fáa arbeiðið liðugt til ólavsøku, men orsakað av troti á asfalti verður arbeiðið ikki liðugt fyrrenn seinni í august. So skjótt asfalterað verður, verða kantsteinar lagdir, og nevnast kann, at bæði gongu- og súkklubreyt verður í nýggju høgrasvingsbreytini, sum fer frá ringvegnum yvir í Hvítanesvegin, skrivar Havnar kommuna á heimasíðuni.