Nú skal arbeiðast!

   

Óivað eru nógvar orsøkir til, at føroyska veljarafjøldin kemur til sína greiðu niðurstøðu í veljarakanningini fyrr í vikuni, sum fyrst og fremst vísti Sambandsflokkinum ovurstórt álit.
Lítið man vera at ivast í, at vantandi stevið í fráfarnu landsstýrissamgonguni hevur átt sín stóra part av æruni fyri, at álitið á sokallaðu fullveldiskósina er fokið.
Men ikki skal heldur undirmetast, at andstøðan á tingi hesi fimm farnu árini dúgliga hevur roynt at víst á gongdar leiðir, har samgongan kortini valdi at dúva upp á sínar skýklapp-ar og halda sína egnu leið.
Tíbetur steðgaði ørskapurin nú, so ein møguleiki framvegis er fyri at fáa Føroyar aftur á beint, so tað aftur kann verða liviligt hjá øllum her á landi.
Kortini er greitt, at til tað krevst ein stórur arbeiðsinnsatsur, tí tað er ikki smávegis uppgáva, ið bíðar eftir einari komandi landsstýrissamgongu, eftir at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin í tveimum landsstýrum hava togað í ymsar ættir - við fullkomnum vanstýri sum størsta prísinum.
Nú skal arbeiðast og tað ongantíð ov skjótt. Sambandsflokkurin er til dystin fús og vil fegin taka við tí áliti, veljarin sær út til at vísa, nú bara ein mánaður er til valið.
Vit byggja ikki okkara politikk á ynskidreymar og hvørvisjónir, men á veruligan politikk, ið skal verða landi og fólki at gagni. Minst til tað, tá krossurin skal setast 20. januar!