Júst sum ísraelska stjórnin á einum fundi gjáranáttina samtykti at lata herin fara inn í fleiri palestinskar býir at leita eftir yvirgangsmonnum, hittust teir báðir ovastu palestinsku leiðararnir at umrøða støðuna aftan á ta blóðugu sjálvmorðsatsóknina at einum bussi í Jerusalem týsdagin, har 20 fólk doyðu, og meiri enn 100 vórðu særd.
Palestinskar keldur søgdu, at fundurin millum Mahmoud Abbas og Yasser Arafat var ein álvarsfundur. Sambært keldunum kravdi Abbas, at Arafat skal gera nógv keiri fyri at steðga atsóknunum í Ísrael. Ger hann ikki tað, eru teir flestu ráðharrarnir til reiðar at leggja frá sær.
Sambært einum palestinskum tænastumanni fekk Arafat fýra krøv. Hann skal binda seg til at styðja stjórnina í bardaganum ímóti Islamiskum Jihad og Hamss, taka undir við, at menn í felagsskapunum verða avvápnaðir. banna felagsskapunum atgongd til fjølmiðlarnar og steingja teirra bankabøkur.
Altjóða eygleiðarar hava alla tíðina sagt, at skal tað eydnast Abbas at temja teir víðgongdu felagsskapirnar, hevur hann fullan stuðul frá Arafat fyri neyðini. Tað er tann stuðulin, hann nú krevur.
Mahmoud Abbas er undir stórum trýsti. Bæði Ísrael og USA krevja, at hann steðgar palestinsku álopunum á ísraelsk mál. Palestinski trygdarovastin, Mohammed Dahlan, segði í gjár, at løgreglan hevði fingið boð um at handtaka teir, sum góvu boð um atsóknina í Jerusalem.









