Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið er aftur komið í fíggjarligar trupulleikar.
Tað hevur mangan verið so, at tá ið árið fer at líða, kemur Landssjúkrahúsið í trupulleikar tí at játtanin ikki heldur og árið í ár er onki undantak í so máta.
Poul Geert Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at tað er verður trupult at fáa játtanina at halda.
Hann sigur at tað sær rættiliga tepurt út og at tað serliga eru lønarútreiðslurnar, sum ikki halda.
? Men Landssjúkrahúsið er eitt rættiliga stórt arbeiðspláss, sum hevur næstan 200 milliónir í lønarútreiðslum um árið.
? Tað merkir, at eru vit bara eitt prosent tann skeiva vegin, kostar tað tvær milliónir, so tað skal ikki nógv til, áðrenn játtanin verður yvirtrekt.
Poul Geert Hansen sigur, at soleiðis sum tølini síggja út í løtuni, verður undirskotið hjá Landssjúkrahúsinum einar sjey milliónir í ár.
Seta sparingar í verk
Sjúkrahússtjóin leggur tó afturat, at fyri at avmarka undirskotið mest møguligt, er ætlanin er at seta tiltøk í verk teir mánaðirnar, sum eru eftir í árinum.
Hann sigur, at farið verður á hvørja einstøku deild fyri at vita, hvat kann gerast fyri at spara.
? Vit noyðast at finna fram til sparingar allastaðni har tað ber til, men tað skulu ógvuslig stig til at rætta fíggjarstøðuna upp aftur.
?Men hann vísir samstundis á, at einasti møguleiki at spara, er at avmarka virksemið á Landssjúkrahúsinum.
?Men hann leggur kortini dent á, at í løtuni er ikki talan um at siga fólki upp.
?Hinvegin fara vit at kanna eftir, hvar vit kunnu spara við tí tímalønta fólkinum, samstundis sum ósett størv ikki fara at verða sett.
Hann viðgongur samstundis, at verður virksemið skert, slepst ikki undan, at tað fer at fáa avleiðingar fyri sjúklingarnar.
? Vit fara at royna tað, vit kunnu, fyri at sparingarnar skulu raka sjúklingarnar sum minst. Men tað slepst ikki undan, at verður virksemið skert, merkir tað at færri sjúklingar fara at vera viðgjørdir og tað fer eisini at merkja longri bíðilistar.
Men hann vísir á, at tað verður bara í eisini skiftistíð, at virksemið fer at vera avmarkað, tí arbeitt verður miðvíst fyri at eggja virksemið um, so at fleiri sjúklingar kunnu viðgerast ambulant, uttan at vera innlagdir.
? Men ein slík umlegging tekur tíð og hon kosta eisini nakað av pengum, sigur Poul Geert Hansen.
Sjúkrahússtjórin sigur, at Landsstýrið er kunnað um støðuna og hann ivast ikki í, at tað verður neyðugt at biðja um eina eykajáttan í ár.
Men, hvussu stór hon verður, veit hann ikki fyrrenn tað er greitt, hvussu nógv tað ber til at spara, tað, sum eftir er av árinum, men hann væntar ikki, at tað slepst undan eini umsókn um eykajáttan.
Betri fíggjarstýring
Poul Geert Hansen vísir eisini á, at í fleiri ár hevur gongdin verið tann, at lønarjáttanin ikki heldur.
? Fyri fýra árum síðani var yvirskotið á lønarjáttanini seks milliónir, sum varð brúkt til annan rakstur. Fyri trimum árum síðani var yvirskotið tvær til tríggjar milliónir. Men fyri tveimum árum síðani stóð akkurát upp og niður og í fjør var undirskot uppá eina góða millión.
? Hetta er tann sama gongdin, sum sæst aftur í ár, sigur Poul Geert Hansen.
Men hann sigur, at ætlanin er nú at leggja fíggjarstýringina um, so at tað fæst eitt greitt samband ímillum játtanirnar og virksemið, sum skal vera á Landssjúkrahúsinum.
Hendan fíggjarstýringin skal miðja eftir, at tá ið Landssjúkrahúsið fær eina játtan, skal tað frammanundan gerast greitt, hvussu stórt starvsfólkatalið skal vera og, hvussu nógv fólk kunnu koma í viðgerð fyri at sleppa undan sparitiltøkum, tá ið tað líður út á árið.
? Á einum sjúkrahúsið er virksemið í stóran mun tengt at hjvørjum ørðrum, so at jú fleiri fólk, ið verða løgd undir skurð, tess fleiri seingjapláss skulu vera og tess fleiri starvsfólk krevjast og í løtuni hava vit ikki nógv góðar fíggjarligarskipanir til at gjøgnumskoða alt hetta samanhangandi virksemi, sigur Poul Geert Hansen.










