Nú situr Poul Michelsen við trumfinum

Hevur fingið heimild at steðga Sea Shepherd.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur í dag lýst kunngerðina í gildi, ið gevur honum heimild at steðga ávísum skipum undir útlendskum flaggi atgongd til føroyskt sjóøki.


Kunngerðin er serliga ætlað at steðga felagsskapum sum Sea Shepherd, ið illgruni er um, kunnu fremja ólógligt virksemi í føroyskum sjóøki.


- Landsstýrismaðurin kann seta ávísum skipum undir útlendskum flaggi forboð at koma inn í innara sjóøkið, t.e. sjóøkið innan fyri grundlinjurnar, til tess at fyribyrgja óskili og vanda á sjónum í sambandi við virksemi í sjóøkinum, m.a. grindarakstur og annað lógligt virksemi í sjóøkinum. Slíkt forboð kann verða sett ávísum útlendskum skipum, ið kunnu væntast at gera seg inn á lógligt virksemi í sjóøkinum, tí tey t.d. áður hava verið í sjóøkinum, og tá roynt fysiskt at forða fyri, at lógligt virksemi fer fram.


Kunngerðin er so mikið víð, at landsstýrismaðurin eisini kann nokta skipum, ið hava tilknýti til persónar, feløg og felagsskapur, ið hava sett fram hóttanir um at fremja brot á føroyska lóggávu, atgongd til føroyskt sjóøki.


- Landsstýrismaðurin kann seta ávísum skipum undir útlendskum flaggi forboð at koma í ytra sjóøkið, um persónur, felag ella felagsskapur, sum skipið er knýtt at, hevur sett fram hóttanir um at fremja brot á føroyska lóggávu, ella gera seg inn á lógligt virksemi í føroyskum sjóøki, og har tað tískil ikki er talan um meinaleysa gjøgnumsigling, sbr. grein 18 í Havrættarsáttmála Sameindu Tjóða.


Hvørs landsstýrismaðurin fær møguleikan at brúka nýggju heimildina í nærmastu framtíð er óvist. Sea Shepherd hevur nevniliga boðað frá, at tey ikki koma aftur til Føroyar í 2016.