Nú siga flestu norðmenn ja til ES

Undirtøkan fyri norskum limaskapi í ES veksur støðugt, og nú er meiri enn helmingurin av fólkinum fyri limaskapi

Var fólkaatkvøða í dag um norskan limaskap í Evropasamveldinum, hevði Noreg farið uppí.
Ein meiningakanning, sum stovnurin Opinion hevur gjørt, vísir, at 51 prosent høvdu atkvøtt fyri limaskapi, meðan bara 36 prosent høvdu atkvøtt ímóti. Tey seinastu 13 prosentini vita ikki, hvar tey høvdu sett krossin.
Samanborið við eina tilsvarandi kanning fyri einum mánað síðani er undirtøkan fyri ES-limaskapi vaksin fýra prosentstig, meðan mótstøðan er óbroytt. Eisini vísir kanningin, at 20 prosent av teimum, sum atkvøddu ímóti ES-limaskapi á fólkaatkvøðuni í 1994, høvdu atkvøtt fyri nú.
Verður hugt at undirtøkuni ímillum veljararnar hjá teimum einstøku flokkunum, er næstan allir flokkarnir fyri limaskapi. Í tí størsta flokkinum, Arbeiðaraflokkinum, eru 62 prosent av veljarunum fyri ES-limaskapi, í Høgra eru heili 88 prosent fyri, og í Fram-burðsflokkinum taka 58 prosent undir við limaskapi í ES. Sosialistiski Vinstriflokkurin hevur verið tann harðasti mótstøðuflokkur-in, men eisini har veksur undirtøkan fyri limaskapinum.