Nýsettir hildu ríkisfund

Í gjár hildu Lars Løkke Rasmussen, Kuupik Kleist og Kaj Leo Johannesen ríkisfund í Nuuk Á fundinum vóru nógv ymisk mál og spurningar av felags áhuga umrødd. Eitt teirra var veðurlagsøkið, og har var semja um at hava tætt samstarv um málið at minka um CO2 útlát, umframt hvussu m.a. Føroyar kunnu gerast sjónligar bæði sum partur í altjóða veðurlagsavtaluni og á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desember. Tað sigur Løgmansskrivstovan.

Semja var eisini um, at føroyskir myndugleikar skulu vera við frá byrjan í tilgongdum, ið snúgva seg um broytingar ella nýskipan í málum, ið hava at gera við ella kunnu ávirka føroysk viðurskifti.

Á fundinum kunnaði løgmaður forsætisráðharran um, at føroyskir myndugleikar í næstum fara at venda sær formliga til danskar myndugleikar við umbøn um at taka upp málið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í WTO.

Leiðararnir samdust um at kanna møguleikan at seta á stovn ein danskan-føroyskan-grønlendskan menningargrunn. Endamálið er at styrkja um samstarvið millum londini á mentanar- og vinnuøkinum, sigur Løgmansskrivstovan.