Seinnapartin mikudagin verður arbeiðið at byggja nýtt elorkuverk á Sundi, skotið ígongd.
Talan er um eitt elorkuverk, har motorar, sum brúka olju, skulu gera streym. Og Sev hevur ført fram, at hóast tey lggja stóran dent á at menna grønar orkuskipanir, er tað neyðugt at byggja eitt nýtt verk á Sundi fyri at kunna tryggja, at fólk ikki missa streymin.
– Sundsverkið verður ein eyka trygd undir grønu elskipanini, sigur Sev
Sev sigur, at nýggja Sundsverkið fær ein týðandi leiklut, tí tað verður trygdin fyri, at vit altíð hava streym, samstundis sum at tað framhaldandi verður arbeitt fram ímóti málinum um at øll orka á landi verður grøn í 2030.
Sev sigur, at krøvini til Sev er, at vit altíð hava streym og viknar elskipanin, ridlar alt samfelagið. SEV skal syrgja fyri tryggum elloysnum, samstundis sum bygt verður út á grønu kósini, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV í eini fráboðan, nú farið verður undir nýggja verkið.
Hann vísir samstundis á, at leikluturin hjá Sundverkinum fer at minka so líðandi hesi næstu árini so hvørt tær grønu orkuskipaninar verða mentar.
Nýggja Sundsverkið verður tikið í brúk á vári 2019.
Men samstundis sum at Sev sigur, at hetta verkið er ein neyðug íløga fyri vit kunnu hava trygd fyri, at vit framhaldandi hava streym, skuldu aðrar skipanir svikið, eru tað onnur, ið halda, at tað er eitt afturstig at byggja eitt orkuverk, sum brúkar tungolju.
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, hevur sagt, at hetta er eitt stig tann skeiva vegin, tí vit hava bundið okkum til at mingka útlátið av vakstrarhúsgassum og landsstýrið hevur eisini boðað frá, at vit fara at taka undir við Paríssáttmálanum, har endamálið er at avmarka útlátið.