NÚ SENDIR NÝGGJA SJÓNVARPSRÁSIN IKTUS

Hósdagin 30. Oktober kl.15.00 var móttøka inni á Steinamørk í Søldafirði, har hugnaligu sjónvarpshølini eru innrættaði.

Tað var nýggja Kristiliga sjónvarpsrásin IKTUS, sum hevði bjóðað inn. Borðreitt var við ymiskum søtum, sum hoyrir til eina móttøku: kaffi, te, sodavatn, køkur, bollar og karamellir. Heilt greitt var tað kortini, at tað, sum hevði týdning undir móttøkuni var ikki tað søta, sum vit kunnu koyra inn í munnin, men heldur tað, sum vit fáa inn ígjøgnum eyguni.


Hendan dagin byrjaði tað almenna virksemi hjá sjónvarpsrásini IKTUS, sum er ein rás, sum burturav fer at senda kristiligt tilfar, so sum møtir, fyrilestrar, andaktir, upplestur, bíbliulestur, tónleik, konsertir, filmar, samrøður, kjaksendingar, náttúrusendingar, barnasendingar, ungdómssendingar og mangt annað. Tey fara at leggja seg eftir at senda mest møguligt av føroyskum tilfari. Longu nú hava tey nakað av tilfari liggjandi, bæði av møtum og samrøðum. Hetta kemur at verða sent ein av fyrstu døgunum. Tey fara eisini at lýsa við eini sjónvarpsskrá. Niðast á breddanum á signalmyndini á sjónvarpsskýggjanum verður lýst við komandi sendingum.


Tey hava valt at brúka 2000 ára gamla kristna fiskamerkið, sum teirra búmerki við undirheitinum IKTUS, sum eisini er navnið á rásini. At tey fyrstu kristnu valdu sær fiskin sum felagseyðkenni komst óivað av, at Jesus valdi sær fiskimenn sum sínar fyrstu fylgisneytar, og hann segði við teir, at frá nú av eru tit menniskjafiskimenn. Tað er hetta, sum er endamáli við sjónvarpsrásini IKTUS, nevniliga at leggja út á fólkahavið og kasta netið og “fiska” menniskju fyri Kristus.


Við eini sjónvarpsrás sum hesari hevur alt Guds fólk í Føroyum fingið atgongd til eitt andaligt veiðiamboð, eitt “fiskinet,” sum fevnir um stórar partar av landinum, og sum vónandi um ikki so langa tíð vil fevna um alt landið og enntá út í heim á alnótini.


Tvørkirkjulig

Støðin hoyrir ikki til nakra ávísa samkomu ella kirkju, men ynskir at verða eitt amboð, sum allar samkomur kunna gera brúk av. Tey á Iktus uppmuntra samkomur og kirkjur at sláa seg saman um at gera íløgur í upptøkutól og sjálvi taka møtir, Gudstænastur og annað upp, sum síðani kann verða sent á rásini hjá Iktus. Svenning av Lofti kemur at vera vertur við eini regluligari sending, har hann kemur at hava samrøður við fólk úr ymiskum samkomum – eitt slag av andaligum talk show.


Móttøkan

Væl av fólki var komið á gátt at heilsa upp á innbjóðarnar og nógv vóru blómutyssini við tilhoyrandi góðynskjum. Vit fingu øll høvi at heilsa upp á Randi og Petur Jacobsen og familju teirra, sum eru stigtakarar til hetta stóra nýbroti í føroyska fjøldmiðlaheiminum. Tað er dótturin, Anja, sum er væl kend frá dagligu bíbliulestrunum á Rás 2, sum er settur leiðari og ábyrgdari av nýggju rásini. Anja bjóðaði øllum vælkomnum, samstundis sum hon bjóðaði einum og hvørjum at bera eina heilsu fram. Móttøkan var live, t.v.s. at hon varð send beinleiðis í televarpinum.


Tað vóru fleiri, sum brúktu høvi at koma við eini heilsu, m.a. Svenning av Lofti, Jógvan á Lakjuni, fyrrv. mentamálaráðharri. Rúna Sivertsen, Poul Jóhan Djurhuus, stjórin á televarpinum og 91 ára gamli Klaksvíkingurin Jógvan Gerðalíð, og hesar heilsur vórðu sendar beinleiðis út í luftina.


Stuðul

Rásin kemur ikki at verða drivin handilsliga, sum merkir, at tey koma ikki at hava handilsligar inntøkur. Stigtakarnir vóna og trúgva upp á, at samkomur/kirkjur, fyritøkur og einstaklingar taka væl undir við nýggja átakinum og seta sær fyri í hjartanum at stuðla rásini við regluligum gávum.


Tey, sum ynskja at verða fastir stuðlar, kunnu stovna fastar mánaðarligar flytingar í peningastovnunum ella nýta heimabankan. Hugsa ikki, at upphæddin er ov lítil. Føstu gjøldini kunnu t.d. vera 50 kr. 75 kr. 100 kr. 125 kr. 150 kr. 175 kr. 200 kr. o.s.v.


Við nýggju rásini hevur tann kristni áhugabólkurin í Føroyum fingið eitt tilboð, sum hann aldri áður hevur havt. Tí eiga vit at taka væl ímóti hesum nývunna møguleika við dyggum stuðli og breiðari nýtslu.


Um onkur vil vita meiri um hvussu ein kann stuðla Iktus, er ein vælkomin at seta seg í samband við rásina á tlf: 507710 ella T-post: anja@iktus.fo ella skriva til: Iktus, c/o Anja Hansen, Landsvegur 9 fo-511 Gøtugjógv. Heimasíðan: www.iktus.fo


Iktus er ein free-to-air rás, sum merkir, at tú skal ikki nýta kort og er ókeypis at síggja.



Poul Jóhan Djurhuus

Gjaranes@post.olivant.fo