Seinnapartin leygardagin fór kristiliga útvarpsrásin Lindin at senda umvegis Brúnaskarð í Klaksvik.
Lindin, sum hevur eitt ár á baki, hevur leingi arbeitt við at vaksa um lurtaratalið, og leygardagin var eitt rættiligt tak tikið í so máta.
Í sambandi við nýggja sendaran gjørdi Lindin nógv burtur úr sendingunum seinnapartin leygardagin, og sent varð eisini av Brúnaskarði, har borgarstjórin í Klaksvík var við at tendra sendaran.
Lindin sendir á 105,0 MHz, og frammanundan senda Útvarp Føroya og Rás 2 eisini í Klaksvík.
Lindin fer fyrstu tíðina at leiga seg inn í Studio Pegasus, tá rásin skal gera sendingar úr Klaksvík. Hetta gjørdi Lindin eisini leygardagin, tá gestir komu á gátt.









