Nú selur Prince stórt

Prince er nú aftur at finna á hitlistum í USA

Tað er ein vanlig reaktión, at tá ið ein kendur tónleikari doyr, veksur sølan av tónleiki hjá tónleikaranum tíðina aftaná.

Soleiðis er eisini við amerikanska popptónleikaranum Prince, sum doyði 21. apríl.

Dagarnar síðani hevur Prince selt næstan 3,5 milliónir plátur og sangir í USA, og tríggjar útgávur hjá Prince eru aftur at finna á hitlistanum hjá Billboard – sum nummar 1, 2 og 6.

Sangirnir Purple Rain, When Doves Cry og Little Red Corvette eru seinastu vikuna nummar 1, 4 og 6 á listanum yvir mest seldu sangir í USA.