At byrja við vóru tey tvey. Nú eru tey heili seks, oljufeløgini, sum eru við í sjeynda brunninum á landgrunninum.
Sum skilst eru nú ikki færri enn seks oljufeløg við í boringini. Hóast Portalurin ikki hevur fingið tað endaliga staðfest, so ljóðar fyri vist, at bretska oljufelagið First Oil nú eisini hevur keypt seg inn í leitiloyvi 005. Enn restar bara at fáa hetta endaliga uppá pláss hjá føroyskum myndugleikum. Í seinasta enda er tað landsstýrismaðurin í oljumálum, sum skal geva grønt ljós.
Hini feløgini í boringini eru ENI, OMV, Dana, Faroe Petroleum og Cieco. Tað er ikki óvanligt, at feløg keypa seg inn ella sum tað eitur á oljumáli farma inn í loyvi, tá brunnar verða boraðir. Hetta er oftani ein handilslig avtala, soleiðis at feløg, sum keypa seg inn átaka sær skyldur ella part av útreiðslunum hjá tí felag, tey fáa partar frá. Men verður nakað funnið, so eiga feløgini lut í kolvetni eftir prosentlutfallinum.
Tað er annars gott fyri oljuleiting á føroyskum øki, at so nógv feløg vilja vera við í eini boring í einum umráði, har einki lønandi fund enn er gjørt, og har váðin tískil er stórur










