Í USA eru Barack Obama og Mitt Romney í ferð við at savna pengar til valstríðið upp undir forsetavalið, sum verður í november. Í síðsta mánað gekk betur hjá avbjóðaranum enn hjá forsetanum. Romney fekk 76,8 milliónir dollarar í mai, og 60 milliónir dollarar komu í valkassan hjá Obama.
Obama hevur kortini heldur meiri valpengar enn Romney, 115 milliónir dollarar ímóti teimum 107 hjá Romney. Eitt nú fekk Obama 15 milliónir dollarar burtur úr einum tiltaki, sum filmsleikarin George Clooney skipaði fyri.
Hesa vikuna er Obama á innsavningarferð í statunum Nevada og Kalifornia, meðan Romney savnar inn í Texas.










