Fótbóltur
Seinasti fótbóltssunnudagurin á árinum gjørdist fótbóltsleysur. Ístaðin verður nú lagt upp til, at avgerandi dystirnir í Formula-deildini skulu spælast týs- og leygardagin, og tað er sum so eisini í lagi. Í øllum førum er einki ivamál um, at avgerðin um at útseta 26. umfarið av Formula-deildini var røtt.
Neyðuga útsetanin reisur tó aftur spurningin, um føroyska fótbóltskappingin verður skipað eftir røttum leisti. Tí talan er nærum um russiska roulettu, tá seinastu dystirnir verða settir á skránna seinast í oktober mánaði. Higar til hava vit verið heppin við veðrinum, men tað er bara ein spurningur um tíð, fyrr enn spurningurin um FM-heitið og Champions League milliónir verður avgjørdur av eini tilvildarligaru hvirlu ella kanska einum stórum hyli, sum forðar bóltinum í at vinna vegin fram á málið.
Tað eru fyrst og fremst tríggir møguleikar, sum FSF eigur at umhugsa í hesum. Dystartalið kann skerjast, men hetta er so ikki í tráð við tað, sum er sett í kortið seinnu árini. Summarfrítíðin kann burturbeinast, og hetta er kanska mest nærliggjandi loysnin. Í dag venja Formula-spælarar kortini, tá ferian er á skránni, og tað er hálvgum margháttligt, at vit ikki spæla sum mest av dystum í bestu árstíð. Og triði møguleikin er at koppa kappingini á, soleiðis at spæla verður heyst og vár, heldur enn at fylgja álmanakkaárinum. Yvirritaði ítróttarskrivari hellir kanska mest til hetta seinasta, men talan er tá um eitt sera stórt stig at taka, og verðu tann avgerðin tikin, vendst ikki aftur. So rættast er kanska at troyta aðrar møguleikar fyrst.
Og so mugu vit annars bara vóna, at ætlaða fótbóltshøllin skjótt kann gerast aktuell. Hon hjálpir ikki einsamøll upp eitt heilt umfar í fremstu deildini, men hon ger tað møguligt at spæla fótbólt alt árið, uttan at atlit skulu takast til veður og vind.
Og so kundi hon eisini verið nýtt til landsdystir, sum liggja í oktober ella kanska fyrst og mars mánaði. Tá vildi veðrið ikki sett fólk eftir við hús, og gangurin av áskoðarunum hevði eisini verið nakað væl størri. At hugsa sær, hvussu rómurin hevði verið, høvdu 4.000 føroyingar sitið undir taki og sent Eysturríki heim til hús, heldur enn at 1.900 okkara treiskaðust móti veðrinum, tí vit vildu síggja eina endurtøku av Landskrona.











