Barnakapping
Í allan verður ítróttarhøllin í Trongisvági karmur um eina stóra fóltbóltskapping fyri børn.
Tilsamans hava 46 lið meldað til kappingina og tey koma úr øllum feløgunum í oynni, bæði úr Sumba, Vági, Tvøroyri og úr Hvalba.
Eitt lið norðaneftir hevði boðað frá luttøku, men tey settust aftur, tí veðurlíkindini eru so vánalig.
Kappast verður í fleiri aldursbólkum, heilt frá teimum minstu, upp til drongir.
Kappast verður í hesum bólkum: Minismápiltar, smápiltar, piltar, smágentur, smádrongir og drongir.
Sostatt verður ein ørgrynna av dystum í høllini leygardagin og tí verður lagt til brots longu frá morgunstundini. Kappingin byrjar klokkan 9 í morgun og heldur fram allan dagin og væntandi er ikki, at hon endar, fyrrenn klokkan 8 - 8.30 í kvøld.
Hvør dystur varar í fimm minuttir og liðini, sum vinna og verða nummar tvey og trý, fáa heiðursmerki frá Nósa.
Samstundis fær tann, sum avrikar okkurt serliga hegnisligt, tað kann vera eina góða fintu, eitt gott mál, ella okkurt annað snilt, eisini okkurt frá Nósa.
Hetta er aðru ferð, at TB skipar fyri innandura fótbóltskapping fyri tey smæstu og líkt er til, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak um heysti.
Kappingin byrjar við kappingini hjá smágentunum, sum byrja klokkan 9 og tær eru lidnar kl. 9.50
Tá byrja minismápiltarnir, smápiltar byrja kl. 11.40, smádrongirnir kl. 14.30 og piltarnir kl. 16.30. og smádrongirnir kl. 18.10.
Teir ymsu aldursbólkarnir verða gjørdir lidnir so hvørt og heiðurstekin verða handað eftir hvørja kapping.
Og fyrireikararnir siga, at tíðarætlanin fer at halda.