Nú sæst veðrið aftur

Einki er so keðiligt, sum tá eitt elektroniskt tól ikki riggar. Serliga, tá talan er um eitt tól sum sigur frá, um sleppandi og koyrandi er til og frá eini bygd.

Henda trupulleikan hava fólk í Oyndarfirði og á Hellunum kent til í eina tíð. Men nú er bati á veg.

Við Oyndarfjarðarvegin hevur Landsverk havt eina veðurstøð, hagani ein hevur kunnað fingið upplýsingar um veður, vind, ætt og avfall.

Í herviligu ódnunum í vetur fekk henda veðurstøðin so stóran skaða, at hann í roynd og veru gjørdist óvirkin. Henda støðin er nú umvæld aftur og virkar so sum hon skal, verður upplýst frá Landsverki.

Hetta sama gjørdi seg eisini galdandi fyri veðurstøðina á Høgareyni. Hon fekk eisini skaða í vetur, men er somuleiðis umvæld.

Og soleiðis kundi ein fyri løtu síðani staðfesta, at við Oyndarfjarðarvegin var hann útsynningur-sunnan í ættini, 8 til 10 metrar um sekundið, skýggjað og sjey hitastig.

(Mynd: Ódnirnar í vetur fóru illa bæði við skeltum og veðurstøðini á Oyndarfjarðarvegnum. Nú riggar veðurstøðin aftur)