Nýggi Smyril
Arbeiðið at byggja nýggja Smyril hevur gingið við rúkandi ferð seinastu tíðina og nú er av álvara farin at síggjast ein endi á.
Skipið broytist hvønn dag og hvønn dag síggjast fleiri og fleiri tekin um, at nú nærkast at hann verður heilt liðugur.
Nú er hann aftur farin í turrdokk at verða málaður. Um mánaðarskiftið august/september skal hann royndartúr. Væntandi er, at royndartúrurin fer at taka eina viku.
Annars verða alsamt fleiri og fleiri av teimum ymsu skipanunum umborð, royndar í hesum døgum og fyribils hevur alt gingið av tí besta.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at enn sigur tíðarætlanin at nýggi Smyril skal handast føroyingum tann 15. oktober, men at skipasmiðjan fravegis hevur sum mál, at tað skal gerast einar 14 dagar fyrr.