Nærverkið - starvsfólkaorka og hugburður

Turið Jacobsen

 

Tað var við stórum áhuga, at eg las frágreiðingina frá Løgtingsing Umboðsmanni (LUM) um, at nógv av viðurskiftunum, sum hon fanst at á sambýlinum á Bóndaheygi 14, nú eru við at koma í rættlag. Tað vakti eisini mín áhuga at lesa frágreiðingina frá Nærverkinum til LUM, har tað m.a. stendur "... trupulleikin við væntandi arbeiðsorku, havandi í huga metlága arbeiðsloysið, ið fevnir um øll starvsøki í landinum. Hetta er eisini ein trupulleiki, sum Nærverkið merkir avleiðingarnar av."

Eg havi sum avvarðandi at einum búfólki á Mýruni 4 - 6 seinasta árið verið vitni til og partvíst partur av stríði millum starvsfólkini øðrumegin og fyrrverðandi leiðsluna á sambýlinum og Nærverkið hinumegin. Avleiðingin av stríðinum var, at tey starvsfólkini, sum høvdu arbeitt longst á sambýlinum, søgdu seg úr starvi. Talan var um starvsfólk, sum við sínum fakligu og menniskjaligu eginleikum vóru sera væl skikkaði til bæði at vera um búfólkini á sambýlinum og at samskifta við okkum avvarðandi. Fleiri teirra høvdu arbeitt á sambýlinum í fleiri ár, tey kendu og kundu tulka okkara menningartarnaðu, bæði hvussu tey virkaðu sum einstaklingar og í bólki og høvdu eitt sera gott samskifti við okkum avvarðandi.

Tað týdningarmesta tilfeingið innan hesa skipanina er júst starvsfólkið, og hesi vóru snøgt sagt júst tað slagið av starvsfólki, sum okkara menningartarnaðu og skipanin, sum varðar av teimum, hava tørv á. Hesi starvsfólkini høvdu megnað at skapa tryggar og mennandi karmar fyri búfólkini, hóast tað vísti seg, at tey ígjøgnum longri tíð høvdu virkað undir út av lagi vánaligari leiðslu.

Mann skuldi trúð, at Nærverkið, sum hevur ábyrgdina av viðurskiftunum hjá menningartarnaðum, sá tað sum sína uppgávu at handla út frá tørvinum hjá teimum við menningartarni og júst virðismetti hesar eginleikarnar hjá starvsfólkunum. Men nei, tvørturímóti, til síðst føldu starvsfólkini seg so kroyst av Nærverkinum, at tey valdu at siga seg úr starvi, hóast tey øll ynsktu at halda fram á sambýlinum.

Bæði áðrenn og aftan á uppsagnirnar bar Nærverkið seg at, sum um tey ikki ynsktu hesi starvsfólkini. Tí loypur tað mær í eyguni at lesa, at Nærverkið sigur seg merkja trupulleikarnar av væntandi arbeiðsorku.