Nærverkið hevur sett Mamy Dahl Sørensen sum deildarleiðara fyri eldrasambýlini Oman Hoydalar, Oman Mattalág og í Kollafirði Frá 1 juli 2009 er Mamy Dahl Sørensen, heilsurøktari, sett sum deildarleiðari fyri eldrasambýlini Oman Hoydalar, Oman Mattalág og Eldrasambýlið í Kollafirði. Tað skrivar Nærverkið á heimasíðuni.
Mamy Dahl Sørensen er 45 ár, útbúgvin heilsurøktari og í holt við diplomútbúgving innan leiðslu á Føroya Handilsskúla. Hon hevur drúgvar royndir innan eldraøkið, m.a. hevur hon starvast á Røktarheiminum í Klaksvík, hevur verði leiðari á Eldratilhaldinum í Klaksvík, og seinastu mánaðarnar hevur hon starvast sum samskipari á Eldrasambýlinum í Kollafirði. Vit ynskja Mamy alt tað besta í nýggja starvinum.
Mamy Dahl Sørensen tekur við eftir Tórhild Dalsgaard, sum flytur av landinum.










