Nærverkið royndarkoyrdi tríggjar el-bilar hjá Sev, og teimum dámdi so væl bilarnar, at stovnurin bað SEV um tilboð fyri at kunna ogna sær bilarnar.
Bilarnir eru eitt ára gamlir, hava koyrt lítið og eru sum nýggir, sigur Nærverkið.
Nærverkið fekk bilarnar við góðum avsláttri, og keypsprísurin var 527.244 krónur umframt mvg. Skal mvg gjaldast verður kostnaðurin samanlagt 660 túsund krónur.
Bilarnir koyra 100 km fyri hvørja løðing, og tí eru teir best egnaðir til býarkoyring.
Og el-orkan, sum er grøn orka, er nógv bíligari enn bensin.
Fyri teir seinastu tveir mánaðirnar vísa mátingar, at sparingin í krónum er umleið 60 prosent.
- Av tí at stovnurin langt frá hevur nóg nógvar bilar til at røkja heimatænasturnar, hevur Heimatænastan í Havn keypt tvær súkklur við battarídrivnum hjálpimotori. Hetta vísir seg at vera eitt gott flutningstól, ið starvsfólk eru glað fyri, samstundis sum hetta er grøn orka, og stovnurin sparir, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri í Nærverkinum í eini frágreiðing til Almannamálaráðið.