NÆRVARPIÐ SKIPAR FYRI INNLESTRI AV JÓLAHEILSANUM SUNNUDAGIN

Sunnudagin 13. desember skipar Nærvarp Okkara sum vant fyri innlestri av jólaheilsanum.

Eins og árini fyri, verður tiltakið hildið í Føroyahúsinum og nærvarpslimir og vinfólk fara at hugna gestunum við ymiskum, ið hoyrir jólunum til.


Tónleikabólkurin Fjús spælir hugnatónleik. Úrvaldar røddir úr føroyska ungdómskórinum Empiri syngja nakrar jólasálmar. Møguliga vitja jólamenn húsið og hvør veit - kanska teir syngja eitt lag ella tvey.


Sjálvandi verður Rís á la Mande og eplaskivur at fáa og hóskandi kann hetta bjótast afturvið einum kaffimunni ella klanska gløgg, siga tey í Nærvarpi Okkara, sum vóna, at uppmøtingin verður góð