Nærvarpið í Keypmannahavn

TÍÐINDASKRIV

Nærvarpið í Keypmanna-havn liggur tíverri stilt í løtuni vegna ov fá eru at manna hetta radio, sum framvegis hevur senditíð tvær ferðir um vikuna. Útgerðin er í góðum standi, teldan er nýggj og allur føroyskur tónleikur er til taks í einum hugnaligum studio mitt í Kongsins Keypmannahavn í Føroya-húsinum, sum er atmosferiska møtistað føroyinga. Til tess at varðveita útvarpið og styrkja um samanhaldið føroyinga millum á Sælandi, vilja vit tí fegin hoyra um ein/fleiri kunna taka hond í hetta ítriv.

Sendiarbeiði
Nærvarp Okkara er ein sjálvognaður frívilligur stovnur, sum hevur virkað í 20 ár. Nærvarpið hoyrist enn bert í Keypmannahavn, tó at møguleikin kann útvegast at senda á netin-um. Senditilfarið er tað, ið fólk sjálvi velja. Vanligt senditilfar er tíðindi/andlát úr Føroyum, samrøður úr studio/uttanifrá, føroyskur/ útlendskur tónleikur og ikki mindst kungerðir um hvat hendir runt á Sælandi. Ongin serstøk treyt er fyri at royna seg. Ein velur sjálv/ ur hvat uppgávan er í Nær-varpinum, so sum at tosa í mikrofon, lesa yrking, syngja, vera teknikari, sita við teldu ella vejla góðan tónleik. Tó at ongin løn fæst, so hevur tað ofta verið matur og sodavatn at fáa. Vit koma hvørjum øðrum við bæði í gaman og í álvara.
Um onkur hevur áhuga, so skriva til
narvarp@hotmail.com
ring til Føroyahúsið ella (+45) 50 98 77 38,
sí www.faroehouse.dk