Í nýggju nevndini sita nú Rúni J. Jacobsen, sum er formaður, Oddur Hansen, næstformaður, Malan Jákupsdóttir, kassameistari og skrivari, og Stephan Thomsenog Jan Pedersen eru tiltakslimir.
Nýggja nevndi arbeiðir við at savna pening til frama fyri Nærvarpið, og nevndin ætlar sær at søkja føroyskar stovnar um stuðul, tí tað er tungt at reka Nærvarpið.
Fyrsta málið hjá nevndini verður at fáa avtalu í lag við KODA, um at peningurin frá Nærvarpi Okkara skal fara til føroyskar tónleikarar.
Í løtuni fara pengarnir, sum Nærvarpið letur KODA, til danskar tónleikarar, sigur Nærvarpið í tíðindaskrivi.
Fráfarandi nevndin takkar teimum tíðindafólkum í Føroyum, sum hava latið Nærvarpinum tíðindini, og vónar at samstarvið kann halda fram.










