Landsliðsvenjarin Jóhan Petur á Stongum hevur í dag saman við hjálparvenjaranum Kristian Mikkelsen úttikið endaliga landsliðið, sum skal spæla við í HM/EM kappingini, sum verður í Føroyum 23. til 25. mai. Liðini sum verða við í Føroym eru Írland, Liktenstein og Kýpros.
Íalt eru 14 leikarar úttiknir úr 6 ymiskum feløgum í Føroyum og Danmark. Amager VK hevur bestu umboðanini, við fýra leikarum. Umframt Sófíu Purkhús, sum gjørdist ársins spælari í Danmark í ár, havaElisabeth Purkhús, Eina Kalsø og Birgit Guttesen fingið landsliðsboð.
Tveir aðrir útisetar eru eisini boðsendir, tað eru Urd T. Traðará og Eyð G. Magnussen, sum spæla við Randers NOVO/Ikast.
Í heimligu kappingini hava Fleyr og KÍF fingið bestu umboðanina, við trimum leikarum hvør. Fleyrkvinnurnar eru Anja S. Danielsen, Súsanna Ludvig og Anna Sára L. Skaalum og úr KÍF eru Guðrun Joensen, Sóley M. Poulsen og Hanna A. Olsen úttiknar til liðið.
Tær báðar seinastu kvinnurnar, sum eru úttiknar til landsliðið eru Ruth Albinsdóttir hjá Drátti og Femja F. Mortensen hjá TB.
Dystirnir verða sum sagt spældir í Havn 23. til 25. mai.