Sangleikurin Grease, sum ungdómsbólkurin í skúlanum hjá Havnar Sjónleikarafelagi setir upp, gongur við strúkandi ferð framá. Stórur eftirspurningur er eftir at síggja henda vælumtóka sangleikin. Frumframførslan verður 6. apríl kl. 19, og so verður spælt mikudag til sunnudag í tvær vikur. Longu nú eru nærum helvtin av atgongumerkjunum seld.
Nú eru 10 ár liðin síðan Grease seinast bleiv sýndur í Sjónleikarhúsinum og tey ungu, ið er farnir í holt við leikin saman við Hedvig Westerlund-Kapnas, hava flest øll gingið fleiri ár til leiklist í Sjónleikarhúsinum. Nakrir nýggir leikarar eru eisini við, men hesir hava allir verið virknir sum tónleikarar áður. Ein vaksin leikari er við, annars eru allir millum 15 og 17 ár.
Við í Grease er eisini vælumtókti tónleikarbólkurin Paradox, sum fyri stuttum fyri fyrstu ferð tóku lut í Prix Føroyum. Teir eru bara 15-16 ára gamlir og fingið framúr undirtøku, men komu kortini ikki víðari. Allir sangirnir í Grease verða framførdir "live" og á føroyskum.
Ungu leikarunum dámar sera væl Grease-leikin, hóast filmurin, sum flest øll hava sæð, ikki samsvarar heilt við okkara handrit. Tað er gott at sleppa at royna seg á ymiskan hátt, og royna ymiskir hættir at framføra boðskapin, moralin í leikinum. Bólkurin hevur roynt nógv ymisk sløg av sjónleiki áður, men hetta verður fyrsti sangleikur, hann setur upp. Arbeitt verður ofta við dupultum leiklutum, tí á tann hátt kunnu leikararnar læra av at síggja tað, sum hini við sama leikluti gera øðrvísi, og saman geva øllum leiklutunum í leikinum eina sterka persónligheit.
Fyri stuttum vóru fleiri úr sama bólki í sjónleikarskúlanum í Noregi á Stord Teater Festival og framførdu "HEIM" eftir Ludmilu Razumovskaya, og fingu framúr góða undirtøku.
Høvuðsstuðul hjá leikinum er Føroya Banki, og tað er teimun, eins og Jólamerkja-grunninum at takka, at tey ungu hava fingið møguleika at fara undir eina so stóra verkætlan.
Køna vegleiðing hava tey fingið til dans frá Rannvá Øssursdóttir, til pallsmíð frá Jóanesi Andreasen, til ljós og ljóð frá Hjalmari Holm við manning, Theodor og Ragnar, og Stamen Stanchev hevur verið tónleikaráðgevi. Nógv onnur hava eisini veitt eina hjálpandi hond.