Nærum 7.000 fólk um fjørðin

Heilt nógv fólk aðrastaðnis frá fóru til Klaksvíkar á Summarfestival. Hetta hevði sum vera man sína ávirkan á flutningin um Leirvíksfjørð. Dúgvan flutti tilsamans knapt 7.000 fólk aftur og fram um vikuskiftið

Klaksvíkingar kenna væl til rokilsi við ferjuleguna. Men fyri eina ferð skuld var ikki líka rokaligt í Klaksvík fríggja og leygardagin, sum í Leirvík. Ein javnur streymur av bilum var til Leirvíkar báðar dagarnar, og hetta sást eisini aftur í tølunum á fólki, sum Dúgvan flutti um fjørðin um vikuskiftið.
Rættuliga mong tóku ta skilagóðu avgerð at lata bilin standa eftir í Leirvík, tí ella hevði verið eitt verri skil.
Leygardagin stóðu bilar parkeraðir allastaðni við ferjuleguna, eftir vegnum frá ferjuleguni og við Statoilstøðina.
Umborð á Dúgvuni verður tó sagt, at sum heild gekk alt upp á stás. Ferjan sigldi fleiri eykatúrar um vikuskiftið. Aftaná konsertina leygarkvøldið skuldi Dúgvan fara klokkan eitt korter yvir eitt, men longu klokkan fimm minuttir í eitt loystu teir, tí skipið var fult. Tá hon kom aftur til Klaksvíkar eftir tann túrin, sigldi hon ein túr afturat, so at tey, sum stóðu eftir fyrra túrin kortini sluppu yvir aftur á meginlandið.
Sunnukvøldið var eisini nógv ferðsla um fjørðin, um enn ikki so nógv sum leygardagin. Men hetta vikuskiftið man hava verið eitt av teimum mest upptiknu hjá Dúgvuni, og túratalið var munandi hægri enn vanligt.