Nærum 1.000 fólk í FM-veitslu

Talan verður um rimmar FM-gildið í Ítróttarhøllini á Eiði. Sølan av atgongumerkjum er steðgað, tí vónleyst er at kroysta fleiri inn í høllina

Fótbóltur

 

Tað verður bókstaviliga ársins gildi á Eiði leygardagin. Í mun til ætlaðu gull-veitsluna fyri tveimum árum síðani, so er bjørnin skotin hesaferð, og so er einki at siga til, at nógv vilja vera partur av flettingini, sum verður leygarkvøldið.

Ársveitslurnar hjá EB/Streymi hava verið stórar seinnu árini, men eftir sigurin á Skála týskvøldið ber veruliga av.

- Vit dekka upp í løtuni, og tað verður so til eitt borðhald fyri 850 fólkum, segði Jan Djurhuus, sum er partur av veitslunevndini, tá vit tosaðu við hann hóskvøldið.

- Vit høvdu uttan iva kunnað selt fleiri atgongumerki, men trupulleikin, er at vit fáa ikki meira fólk inn her. Matur skal eisini bíleggjast, og fyrr ella seinni má kokkurin vita, hvussu nógv vit verða, tí tað er jú ikki bara at siga tað, tá so nógv fólk koma í veitslu. Eg sigi ikki, at noyðist onkur línubátur at bróta túr av leygardagin, so finna nokk pláss fyri manningini, men stórt meira enn tí sama fáa vit ikki víðkað gildið, sigur Jan.

Jan Djurhuus er sjálvur hósvíkingur, og har hava tey verið í bygdarhúsinum eftir borðum, stólum og øðrum við. Og somuleiðis hava tey verið í Kollafirði, har veitslan var í fjør, og har hon eisini verður komandi ár, nú skift verður millum báðar hallirnar í økinum, sum EB/Streymur fevnir um.

- Síðani týskvøldið hava fólk teknað seg í stríðum streymi. Millum annað hava vit selt atgongumerki á Shell-støðini, og har kom veruligur proppur í, tá øll ferðslan kom aftur av Skála. Eitt skifti máttu tey krevja av fólki, at tey høvdu akkurát fyri, tí eingir vekslipengar vóru eftir heldur, sigur Jan, sum sjálvandi gleðir seg saman við restini av veitslufyrireikarunum og –luttakarunum.