Fótbóltur
Eftir nógva tunga konditiónsvenjing, hópin av venjingardystum og fyri nakrar eisini undankappingardystir til steypakappingina, verður nú av álvara lagt til brots í kappingini um Løgmanssteypið.
Fyrsta umfarið er sum kunnugt talan um tríggjar bólkar, har tey bæði fremstu liðini í hvørjum, umframt teir báðir bestu trý?ararnir koma víðari í fjórðingsfinalurnar. Og hesa ferð er í øllum førum líkt til, at í flestu bólkunum verður talan um eitt sera spennandi stríð um at teljast millum liðini, sum eisini verða við í pottinum, tá tey seinastu átta skulu spæla sínar dystir.
Nógvar skiftingar
Í bólki eitt er einki at ivast í, at tað eru tey trý fyrstu deildarliðini, B68, NSÍ og FS Vágar, sum ætla sær at stríðast um fremstu sessirnar, tó at tvøramenn ivaleyst eisini fara at royna at seta onkran kíla ímillum hjá hesum. Nú feløgini enn eiga til góðar at spæla teljandi dystir, er ilt at taka dagar ímillum, hvussu væl tey eru fyri. Ikki minst tí stórar útskiftingar hava verið í fjør. NSÍ, sum í fjør vann steypakappingina og gjørdist nummar tvey í landskappingini, hevur havt munandi frágongd. Tað sama hevur B68, sum í ár tykist hava sett logan nakað lægri, enn tey áður hava gjørt. Hinvegin hava vágamenn eitt lið, sum tykist vera nakað nógv betri fyri, enn tá teir seinast vóru í deildini, og spennandi verður at síggja, hvørjar fyrstu ábendingarnar um kappingarárið hjá teimum fara at verða.
Nýggj andlit
Í næsta bólkinum er feskasta andlitið uttan iva AB, sum ongan tíð áður hevur rokkið hesum stigi í bólkaspælinum. Tó at fleiri av leikarunum helst hava roynt hetta í øðrum feløgum.
AB verður tó ikki einasta nýggja andlitið. VB, KÍ og EB/Streymur eru øll feløg, sum seinnu árini hava lagt stóra orku í ungdómsarbeiðið, og hjá teimum trimum hava greiðar ábendingar verið um, at nøkur nýggj fótbóltsnøvn eru um at trína inn á føroyska pallin. VB vann í fjør bæði dreingja- og unglingadeildina, og fara teir uttan iva at nýta steypakappingina sum eitt gott høvi at fáa nakrar av hesum leikarunum royndar á besta liðnum. KÍ hevur altíð borið orð fyri at hava ungar og evnaríkar leikarar, og hartil verður í so máta eisini spennandi at síggja, hvussu Jan Joensen fer at roynast í nýggja venjaraleiklutinum.
EB/Streymur tykist í ár at hava styrkt um hópin, bæði í dygd og breidd, og saman við teimum ungu leikarum, sum í fjør nærkaðust einum berandi leikluti á liðnum, verður uttan iva spennandi at vita, í hvønn mun teir kunnu gera seg galdandi í ár.
Kanónbólkurin
Soleiðis varð triði bólkurin alt fyri eitt nevndur, tá lutakastið til steypakappingina hevði verið. Við verandi meistarunum úr HB, grannunum úr B36, sum eftir eitt ikki nøktandi kappingarár veruliga hava styrkt um hópin, og so GÍ, sum ongantíð kunnu avskrivast. Og so eisini Skála, sum við tilgongdini í ár als ikki skulu undirmetast.
Fyri at taka Skála fyrst, og tykist tað í øllum førum á pappírinum greitt, at teir ikki teljast millum liðini, sum kunnu væntast at koma víðari úr bólkinum. Hinvegin er lítið at ivast í, at teir fara at gera sítt til at gera av, hvør skal standa ovast, tá bólkaspælið er liðugt. Tilgongdin av nýggjum leikarum tykist í øllum førum sterk á pappírinum, og hóast tað tekur tíð at fáa nýggjar leikarar spældar inn, tykist dygdin í hesum at borga fyri, at Skála á ongan hátt verður nakað slag av walkover hjá hinum liðunum.
Sum verandi meistarar, og liðið við suverent sterkastu steypatraditiónunum í landinum er einki at ivast í, at HB ætlar sær víðari úr bólkinum. Størsti trupulleikin hjá liðnum tykist undan kappingini at vera verjuparturin, har frágongdin av sterkum leikarum hevur verið stór í vetur. Hinvegin hevur liðið eisini havt tilgongd, og evnaríkir ungir leikarar tykjast heldur ikki vera nøkur mangulvøra.
Grannarnir úr B36 vunnu alt fyri tveimum árum síðani, men í fjør gekst minni væl. Helst sum ein ásannan av hesum hevur leiðslan tí gjørt sítt til at styrkja um liðið. Leikarra í landsliðsflokki eru knýttir at felagnum í vetur, og fyri viðhaldsfólkini vil alt annað enn víðari luttøka í steypakappingini vera eitt stórt vónbrot.
Og so eru tað gøtumenn. Hóast liðið ikki longur hevur somu einkarstøðu, sum í gylta tíðarskeiðnum í 90?unum, so teljast gøtumenn altíð millum teir drúgvastu, og luttøka á hvørjum ári í europeiskum høpi undirstrikar eisini hesa sannroynd. Eitt ættarliðsskifti tykist í løtuni vera ávegis í Gøtu, har tað uttan iva kom illa við, at Sámal Joensen ikki longur er við. Men hinvegin, so hevur GÍ aloftast verið nakað heilt fyri seg.










