Nýársheilsa Meinhards Jacobsen til føroya fólk og serstakliga til flakakvinnur: tit eru ódugnaligar, seinar og dovnar sammettar við útlendska arbeiðsmegi, sum sambært lovprísingum hansara helst eru Guðs gáva til flakavinnuna.
Hann skal hava loyvi at halda tað hann vil, men slíkar niðurgerandi og mannminkandi niðurstøður eiga ikki at fara framvið uttan eina viðmerking.
Ein er noyddur at seta spurningin: Hvat liggur aftanfyri eina slíka útsøgn? Er tað bert lovprísingin/niðurgeringin í sjálvum sær? Ella býr annað undir - kanska ein kensla av at hann sjálvur ikki er førir fyri at fáa sum frægast burtur úr tí starvsfólki og virki, hann sum leiðari hevur átikið sær at fyrisita?
Leiðslunnar krøv um nøgd heldur enn dygd er hitt vælkenda umkvæðið. Um ein sammetir skeringina hjá eini miðal føroyskari flakakvinnu ímóti eini miðal útlendskari er úrslitið helst tað, at dygdarvøran (hóast minni nøgd) í longdini gevur tann betra prísin, og harav fylgjandi betri marknaðaðarsømdir. Meinhard eigur ikki at undirmeta at slíkar útsøgnir sum hansara fáa keyparnar at halda eyguni eftir um henda føroyska framleiðslan nú er so góð, sum ljóðar. "Skjótt er skitið verk", sigur orðatakið! Eisini henda neyðin at fáa fólk at arbeiða við akkordferð fyri tímaløn eigur at havast í huga.
Er tað ikki í veruleikanum so, at áðrenn arbeiðsfólkið og avgreiðsla av teirra løn verður tikið við, skal leiðslan hava í posa, sekk og reyvalumma?
Mær rennur í huga hvussu t.d. tá ið ein bjarging á opnum havi er farin fram, har er fordeilingin henda:
Reiðaríið fær eina helvt - 50%Skiparin 25%Manning t.d. 30 mans, fáa 25% at deila
Sama ger seg galdandi innan flakaframleiðsluna, har virkisleiðari hevur fingið (fyri eitt ár) 1 millión í bonus av tí, at hann var serstakliga dugnaligur at "fáa væl burturúr"! Meira sjálvsagt hevði verið at luta hetta avlopið yvir á arbeiðsfólkið!
Skal føroyskari framleiðslu (á øllum stigum, eisini innan tað almenna) vera lív lagað, skal farast inn á skúling av arbeiðsfólki frá fyrsta degi av.