Ein sekstan ára gamal drongur doyði í gjár, tá hann bleiv raktur av skotum í býarpartinum Nørrebro í Keypmannahavn. Tað skrivar Danmark Radio í morgun.
Løgreglan fekk eina fráboðan um ein skottilburð nærhendis Ragnhildgade, ið liggur á markinum millum Nørrebro og Østerbro, um níggju tíðinda í gjárkvøldið.
- Tá løgreglan kom á staðið bleiv ein 16- ára gamal drongur funnin lívleysur í garðinum aftanfyri Ragnhildgade 48. Hann var raktur av fleiri skotum og bleiv stutt eftir staðfestur deyður í sjúkrabilinum, skrivar DR, ið hevur fingið upplýsingarnar til vega frá løgregluni.
Fleiri skottilburðir hava verið í danska høvuðsstaðnum seinasta hálva árið í samband við eitt kríggj millum stríðandi bandar, men sambært DR, so metir løgreglan ikki, at skottilburðurin í gjár hevur tilknýti til bandakríggið.