Hóast bæði politikarar og løgreglan lova, at tey gera alt tey kunna fyri at basa bandakrígnum, ið seinastu vikurnar hevur herjað Keypmannahavn, so er tað einki, ið týðir uppá, at borgarar skjótt kunna kenna seg trygg aftur.
Tá ein 39 ára gamal maður í gjár varð raktur av einum skoti, var talan nevniliga um sætta dagin á rað, at ein skottilburður var á Nørrebro, og 26. skottilburðin síðan 13. juni.
Higartil hevur eingin latið lív í stríðnum millum bandarnar, hóast fleiri ósek eru rakt av skotum, men í dag upplýsa danskir miðlar, at 39 ára gamli maðurin er í lívsvanda.
Løgreglan upplýsir, at tað var um ellivu tíðina í gjárkvøldið, at eitt prutl steðgaði nærhendis einum bólki av monnum, ið stóðu saman á Heimdalsgade á Nørrebro. Tá prutlið steðgaði fór ein av monnunum av prutlinum og skeyt 39 ára gamlan mannin, skrivar TV2.
Fyrr í dag upplýsti løgreglan, at tann 39 ára gamli maðurin einki tilknýti hevði til stríðið millum bólkarnar.
Mett verður, at talan er um eitt stríð millum motorsúkklubólkin Loyal to Familia, ið roynir at víðka um økið, ið teir stýra, og bólkar, ið halda til í Nordvest og Nørrebro.