Nú roynist upsafiskiskapurin

Í heyst er upsafiskiskapurin, sum annars hevur verið heldur vánaligur leingi, farin at roynast.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni. Øll skipini fiska upsa, og fiskiskapurin er brúkiligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

- Ein djúpvatnstrolari fiskar kongafisk, og ein fiskar stinglaks og blálongu. Væntandi landar annar síðst í næstu viku og hin fyrst í aðru viku.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at sjey trolbátar í løtuni fiska havtasku, men bátarnir hava smáligan fiskiskap. 

- Trolbátarnir koma helst inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku. Hugsandi er, at fleiri koma inn longu mánadagin fyri veður.

Lagt verður aftrat, at trolbátarnir fáa eisini nakað av toski og longu.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at trý garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Øll garnaskipini koma inn at landa síðst í næstu viku.