Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð skrivar
??????????????????????????????????????????????
Føroyingar hava tann vana (ella óvana) at savna saman greinir, ið staðið hava í bløðunum, og geva tær út í bók. Tað er sum um høvundarnir óttast, at blaðgreinir teirra drukna í gloymskuni, verða tær ikki eisini givnar út í bók. Hesin óttin er ikki ógrundaður, so leingi støðan í hesum landi er tann, at blaðgreinir nærum eru óatkomandi, einamest av politiskum óvilja ímóti at skapa umstøður fyri skráseting og talgilding av føroysku bløðunum. Men lat tað í fyrstu syftu liggja.
Her snýr tað seg um eina nýggja bók, eitt stórt greinasavn við ikki færri enn 50 blaðgreinum, sum Høgni Mohr tíðindamaður hevur skrivað til bløðini Dimmalætting og Vinnuvitan seinastu tvey árini. Bókin hevur tittulin Ali Babba – og 49 aðrar blaðgreinir, og hon er býtt upp í tríggjar partar, sum hvør umboðar eina greinarøð við einum ávísum tema. Fyrsti partur, “Makin aftanfyri”, snýr seg um makan aftanfyri nøkur kend fólk í Føroyum. Hesar greinir hava allar staðið í Dimmalætting. Annar partur, “Vangamyndir”, eru portrett av føroyskum vinnulívsmonnum, sum hava staðið í Vinnuvitan. Og triði partur, “Á markinum”, snýr seg um fólk, sum hava spennandi størv. Hesar greinirnar hava eisini staðið í Dimmalætting. Tað er egna forlagið hjá Høgna Mohr, Øgiliga egið forlag, sum hevur givið út bókina.
Innarumegin veggirnar um privatlívið
Bókartittulin, Ali Babba – og 49 aðrar blaðgreinir, ið er tikin frá einari av blaðgreinunum, sipar sum vera man til ævintýrið um Ali Baba og teir fjøruti ránsmenninar. Í ævintýrinum finnur tann fátæki brennihøggarin Ali Baba eitt ránsmannahelli, fult av dýrgripum. Men ránsmenninir eru alt annað enn fegnir um, at Ali Baba sneytar í teirra dýrgripum, og teir leggja ætlanir um at taka hann av døgum. Men hvørja ferð verða teir lumpaðir, og tað endar við, at teir sjálvir verða dripnir, allir sum ein.
Út frá hesum liggur tað nær at hugsa, at rithøvundurin við hesum titli beinanvegin boðar frá, at hann ger nakað, sum kanska ikki hóvar øllum, í hvussu er ikki teimum, hvørs dýrgripum hann hevur sneytað í; høvundurin hevur sagt gandaorðið og er sloppin inn í hellini hjá hesum útvaldu fólkum og hevur har funnið ymiskt, sum vanliga liggur fjalt fyri almenninginum, innarumegin veggirnar um privatlívið. Henda tulking samsvarar við formælið í bókini, har Høgni Mohr ger greitt, at savnið í ávísum førum fer um mørk; “bæði tey mørk, ið kunnu kennast avmarkandi og innisteingjandi, og onnur mørk, ið verða hildin at vera verjandi og varðveitandi.”
Spurningurin er nú, hvussu tað hevur eydnast rithøvundinum at brúka tað álit, hesi fólk hava latið honum upp í hendur, at skapa nakað, sum er áhugavert og kveikjandi fyri føroyskar lesarar. At fara um mørk valdast jú, hvar mørkini hjá einum sjálvum ganga. Samanumtikið er neyvan nøkur ólukka hend, men eg kundi hugsað mær, at summi av teimum, sum her standa fram, kenna seg meira avskeplað ella tilgjørd enn væl er. Hinvegin hava tey sjálvi latið dyrnar upp, so tað er ilt hjá mær at meta um, tá ið samanum kemur.
Dekan ov long
Eg má viðganga, at hóast bæði innbinding, prent og marknaðarføring gera sítt til tess at vinna mín tokka, eri eg ikki treytaleyst skotin í hesi útgávuni. Tað kemst einamest av tí, at eg haldi, at ov nógvar av blaðgreinunum yvirhøvur eru óspennandi. Her kundi eg ynskt mær eina meiri reglubundna og avgjørda ritstjórnan, har nakrar av teimum 50 greinunum vórðu sáldaðar frá. Hetta er kanska eitt krav, sum er serstakliga torført at eftirlíka, tá ið ein sjálvur er bæði rithøvundur, ritstjóri og útgevari, men tó eitt krav, sum eigur at verða sett til eina slík útgávu.
Úrslitið er tí ein dekan ov long bók, har greinirnar eru nakað misjavnar í innihaldi og dygd. Tað er harmiligt, tí Høgni Mohr dugir skrivikynstrið sum fáur. Tak bara blaðgreinina, sum hann skrivaði um kjakfundin um samkynd, sum Miðflokkurin skipaði fyri á Hotell Tórshavn í november í fjør – ein blaðgrein, sum má roknast sum ein journalistisk perla.
Málsliga ein fragd at lesa
Hetta kynstrið at skriva sæst tó væl aftur í nýggju bókini, ja er tað nakað, sum lyftir hana upp á eitt stig, sum ger hana meira enn verda at lesa, so er tað júst tað. Her er lítið at seta fingurin á og nógv at øvunda hjá øðrum skrivandi. Tað er sum um at gerandismál, bygdarmál og skaldskaparmál alt gongur upp í eina hægri eind, sum ger sjálvt greinir um onkisigandi evni til eitt málsligt upplivilsi at lesa. Tað er eyðsæð, at rithøvundurin hevur arbeitt nógv við tí málsliga í greinunum, og at hann hevur lagt seg eftir at endurgeva fólk, hann hevur prátað við, so neyvt sum til ber, tó uttan at avlaga málið, og hesum er hann komin sera væl frá.
Umframt stílfrøðiligu dygdirnar haldi eg eisini at tað er stórur fongur í greinunum í triðja parti, sum hevur yvirskriftina “Á markinum.” Her verður støðið tikið í størvum, sum millum manna verða mett at vera spennandi, so sum flogskipari, sløkkiliðsmaður, ljósmóðir og kavari. Her er veruliga nakað nýtt, nakað spennandi og forkunnugt at finna, bæði fyri ung, sum ikki enn hava valt sær eitt lívsstarv, og fyri vaksin, sum kanska framvegis droyma um tað lívsstarvið, tey ongantíð fingu. Her hoyra vit nú frákoyrda flogskiparan mana í jørðina allar mýtur um, at flogskiparar taka kjansir, tá teir lenda í Vágum. Her hoyra vit bjargingarskiparan greiða frá, hvussu tað er at seta lív sítt í vága fyri at bjarga teimum, sum eru í hóttandi lívsvanda á havinum. Og um ljósmóðurina, sum heldur, at tað er nógv stravnari at vera barnakona nú enn fyrr.
Samanumtikið er Ali Babba – og 49 aðrar blaðgreinir ein bók, sum málsliga er ein fragd at lesa, men sum viðvíkjandi evnum hevði blivið betri av at verði ritstjórnað fastari og stytt. Tað er ikki óhugsandi, at bókin júst verður ein góð hvat-skal-eg-vera-handbók hjá teimum yngru, soleiðis sum rithøvundurin sjálvur í formælinum sigur seg vilja tað.
??????????
Høgni Mohr
ALI BABBA – OG 49 AÐRAR BLAÐGREINIR
Øgiliga egið forlag, 2006
Greinasavn, 299 s.