Nærleiki er berandi megin

Søgan um skopuningin, sum vann á heimsins størsta filmsfestivali í Berlin, er søgan um Dávid og Goliath enn einaferð. Filmurin við tí lítla fíggjarkarminum og lítlu manningini hevði so nógva orku og nærleika, at hann tók øll á bóli

Ongantíð klappaðu fólk so nógv og so leingi, sum tá Vetrarmorgum vann.
Hetta eru orðini hjá filmleikstjóranum sjálvum, og Sakaris Stórá er ikki í iva um, at tað var tí, at fólk gleddust um, at ein so lítil filmur kundi vinna á teimum stóru.
- Hetta er stórt ikki bara fyri okkum, men eisini fyri hini, sum vóru har, tí tað vísir, at ein góður filmur ikki nýtist at vera dýrur, sigur hann. Filmleikstjórin er ikki í iva um, at tað sum gjørdi, at filmurin vann, var tann nærleiki, sum leikararnir og filmsleikstjórin hava megnað at skapað.

Snýr seg um at vera menniskja
Filmurin vetramorgum snýr seg um vinalagið millum tvær vinkonur, sum møguliga - møguliga ikki eru meira enn vinkonur.
- Tað eru bara vit á filmsholdinum, sum vita tað, men endamálið við filminum er ikki um tær eru samkyndar. Filmurin snýr seg um at góðtaka seg sjálvan, og um tað at vera menniskja. At tað er í ordan at ivast í sínum samleika - ein trupulleiki, sum eg trúgvi at nógv ung fólk stríðast við, sigur Sakaris.
Í teir einans 19 minuttir, sum filmurin varir, megna leikararnir og leikstjórin at skapa eina løtu, har tú følir, at tú kennir høvuðspersónarnar. Inniliga sambandið millum vinkonurnar verður lýst, eins og hvussu vit menniskju bera okkum at, tá vit eru undir trýsti.

Vil skapa nærleika
Sum filmsleikstjóri leggur Sakaris seg eftir at skapa eina serliga orku og ein nærleika í sínum filmum. Í sambandi við Vetrarmorgun hevur hann gjørt hetta við at fara í venjingarlegur í fleiri dagar við høvuðsleikarunum og menna teirra samskifti og leik.
- Eg venji tær og menni tær til at skilja, hvat tað er, sum eg vil hava fram í filminum. Vit hava vant ótrúliga nógv og hava búð saman í dagavís. Vi hava vant ymiskar mátar at spæla upp á og at tulka støður uppá, sigur Sakaris Stórá. Hann sær ikki seg sjálvan sum stjóra.
- Vit eru liðfelagar og vit hava eitt samstarv. Vit koma í felag fram til nøkur ting, og eg havi fingið nógv tann mesta íblásturin til filmin, tá vit hava arbeitt saman á hendan hátt, sigur hann.
- Tað eru ymiskir háttir at arbeiða uppá, tá tú leikstjórnar og tú skalt duga allar, men tann hátturin, mær dámar best, er hetta at menna leikararnar og røkka eitt serligt úrslit gjøgnum teir, fortelur Sakaris Stórá.
Hetta hevur somuleiðis nógv at siga, tá hann velur leikarar út.
- Eg hyggi ikki at, hvat tey duga, tá tey koma inn. Eg hyggi at, hvat tey fara at duga, tá vit eru liðug at fyrireika okkum. Tað merkir, at tað er av stórum týdningi, hvussu okkara samskifti er, og um eg haldi, at tey skilja, hvat tað er eg vil, sigur hann.

Vóru stjørnur í Berlin
Hóast óroyndir vóru høvuðsleikararnir í Vetrarmorgum stjørnurnar í Berlin.
- Tað var heilt ótrúligt - tað var sum um, at øll sóu, at tær vóru stjørnurnar, og tær vóru nógv teir bestu leikararnir av teimum, sum eg sá, sigur Sakaris.
Hann hevur arbeitt saman við Maibritt fyrr, men hon var ikki sjálvskrivað til leilutin.
- Eg hevði hana í tonkunum, men eg segði við hana, at um hon skuldi hava leiklutin, skuldi hon vera best til audition - og tað var hon eisini, sigur Sakaris.


Vil skapa sterkar persónar
Ein av teimum filmsleikstjórunum, sum Sakaris Stórá dámar serliga væl, er Thomas Vintherberg.
- Hann dugir nakað, sum eg sera fegin vil duga, og tað er at skapa sterkar persónar, sigur skopuningurin lítillátin. Men okkurt kundi týtt uppá, at hann longu dugir tað.
Eitt sum somuleiðis er hvussu filmurin er tikin upp.
- Vit brúktu eitt lítið kamera at taka upp við, tí vit tóku upp á so smáum plássum, at vit høvdu ikki kunnað verið har, um tað var størri. Hetta er eisini við til at skapa eina kenslu av, at tú situr yvirav leikarunum, sigur Sakaris. Av tí sama hevði hann onga trongd at filma stórslignar náttúrmyndir.
- Vit føroyingar tengja í for stóran mun okkara samleika at náttúruni - nakað, sum vit ongan lut eiga í. Og tað, sum eg vildi lýsa - tað at vera menniskja, kann saktans lýsast, uttan at hava myndir av umhvørvinum við, sigur hann.

Ikki uttan starvsløn
At Vetrarmorgun vann í Berlin er søgan um Dávid og Goliath enn einaferð. Samanborið við hinar filmirnar hevði Vetrarmorgum avmarkaða megi - bæði peningaliga og tá tað kom til fólkini handan filmin. Mangan vóru einans trý fólk handan kameraið, meðan aðrir filmar til festivalin høvdu 20 og 30 fólk. Fíggjarkarmarnir vóru sera lítlir í mun til kappingarneytarnir, og hetta vísir, at umstøðurnar ikki eru av týdningi fyri, hvussu góður ein filmur verður, sigur Sakaris Stórá.
Uttan starvslønina, sum Sakaris Stórá hevur fingið frá Mentanargrunninum, hevði filmurin tó Vetrarmorgum ikki verið til. Filmsgrunnurin hjá Norðurlandahúsinum og Klippfisk hava somuleiðis gjørt tað møguligt at arbeiða við filmi. Kortini heldur Sakaris, at tað er týdningarmikið, at tú ikki heldur teg aftur og bíðar eftir at umstøðurnar skulu gerast betri.
- Eg bíðaði í trý ár eftir at umstøðurnar skuldu blíva betri, men umstøðurnar hava einki at siga fyri, hvussu góður ein filmur verður, sigur hann.

Ivast hvønn dag
Eftir filmskúlan gingu trý ár, áðrenn Sakaris Stórá gjørdi nakran film. Hesa tíðina ivaðist hann í, um tað yvirhøvur var tað, hann skuldi, og hann ivast enn.
- Tað eru nógv ting, sum tú má liva uttan, um tú vilt gera film. Tað tekur langa tíð, og tað er eitt fulltíðarstarv. Eg meini so við - eg havi brúkt eitt hálvt ár uppá at gera eitt korter av filmi, sigur Sakaris Stórá. Hann tekur javnan støðu til, um hann yvirhøvur skal gera film. Eisini nú eftir at hann hevur vunnið meira, enn hann nakrantíð hevði ímynda sær.
- Eg haldi, at man skal bara gera film, um man ikki kann lata vera, og tað er nakað, sum eg taki støðu til hvønn dag.

Vil gera film í Føroyum
Sakaris hevur ongar ætlanir um at flyta úr Skopun. Hann vil gera film í Føroyum, tí hann kennir at hann ger mun í Føroyum. Hann gleðist um, at fleiri foreldur hava takkað hinum fyri filmin.
- Eg hoyri frá foreldrum, at tey eru sera glað fyri filmin, tí teirra børn kunnu brúka hann til nakað, og tað er tá, eg kenni at tað gevur meining, sigur Sakaris.
Hann hevur ongantíð búð í einum stórbýi, men hann hevur búð eina tíð í Havn.
- Tá kom einki burturúr. Eg haldi, at har var ov nógv, man kundi fara til, sigur skopuningurin. Hann hevur tørv á at kunna blíva burtur í sínum arbeiði. Nógv av tilfarinum er skrivað umborð á Teistanum, so vónandi fáa vit ikki minni frá manninum, nú ein tunnil verður.
- Eg kundi hugsað mær ein tunnil millum Berlin og Skopun, sigur hann. Hóast hann ikki kundi hugsað sær at búð í einum stórbýi, hevur Berlin við sínum fjølbroytni eitt serligt pláss í hjartanum hjá filmskaparanum.

Kundi ikki verið størri
At vinna viðrisløn í Berlin er meira enn Sakaris hevur ímyndað sær og hann hevur enn ikki skilt tað, sigur hann.
- Eg plagi at sníkja meg fram til pallin og siga takk. Eg rann fram við ørmunum yvir høvd og rópti. Eg minnist ikki, hvat eg segði, men tey klappaðu øgiliga nógv. Eg minnist eisini, at tað var so langt oman til pallin, og tað einasta eg kundi hugsa um var, at annar av leikarunum hevði tikið skógvarnar av og hevði gloymt at koyra teir á aftur. Eg hugsaði, at um hon datt, so svímaði eg, sigur Sakaris, sum enn ikki hevur skilt heilt, at hesin heiðurin skuldi fella honum í lut.
- Um eg skal samanbera við nakað, so hevði tað verið, at B71 vann í Champions Leage
Tað er eingin ivi um, at virðislønin letur hurðar upp. Hann hevur fingið fleiri áheitanir frá útlendingum, sum vilja samstarva við honum, og hetta verður helst eisini aktuelt nú.
- Í løtuni arbeiði eg við einum leikriti til ein longri film, og her er heilt sikkurt brúk fyri samstarvi út í heim, bæði so og so, sigur hann.


"Hetta er tað størsta, eg hevði kunnað vunnið. Hetta svarar til at B-71 vann Champions League, sigur skopuningurin, sum fór til Berlin við stuttfilminum Vetrarmorgum."




(Faktaboks)

Sakaris Stórá føroyskur filmleikstjóri
Føddur í Skopun 28. juli 1986
Hann hevur nomið sær filmslistarliga útbúgving í Noregi. Fyrst gekk hann eitt ár á film- og videolinjuni á Agder Folkehøgskole uttan fyri Kristiansand, síðan helt hann fram í tvey ár á Nordland Kunst- og Filmfagskole í Lofoten.
Sakaris var dagligur leiðari hjá Klippfisk frá august 2009 til mars 2010. Á heysti og vetri 2012 starvaðist hann sum lærari hjá Føroya Fólkaháskúla

Í 2014 var filmur hansara Vetrarmorgun boðin við til filmstevnu í Berlin, sum var hildin í døgunum 6. til 16. februar 2014.
Filmurin Vetrarmorgun var tilnevndur tríggjar heiðurslønir, og hann vann eina av teimum, nevniliga virðisløn, sum eitt ungt dómarapanel dømdi, og var tað í bólkinum fyri stuttfilmar, á enskum verður virðislønin nevnd: The Special Prize of the Generation 14plus International Jury. Virðislønin er á 2500 Evro, sum svarar til umleið 18.000 danskar krónur.

Virðislønir:
Februar 2014 The Special Prize of the Generation 14plus International Jury

2014 Vann virðislønina The Special Prize of the Generation 14plus International Jury á Berlinaluni 2014
2014 Vetrarmorgun var tilnevndur Teddy Award á Berlinaluni 2014
2013 Vetrarmorgun varð tilnevndur Geytan, vann tó ikki
2013 Hálvt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
2012 Geytin, filmsvirðisløn á 25.000 krónur, hann vann fyri stuttfilmin Summarnátt
2011 Mentanarvirðisløn Landsins, Sakaris fekk serstøku virðislønina á 50.000 kr., sum hetta árið var givin til ungt listarfólk
2010 Berlinale Talent Campus
2010 Stuttfilmur Passasjeren hjá Sakaris vann heiðursløn á filmsfestivali í Reykjavík í bólkinum Besti stuttfilmur hjá einum nýggjum leikstjóra Á filmsstevnuni RIFF vóru 140 filmar úr 29 londum sýndir


Filmar:

Ikaros, 2008, longd: 7 minuttir
Passasjeren, 2009, longd: 9 minuttir
Summarnátt, 2012, longd: 17 minuttir
Vetrarmorgun, 2013, longd: 19 minuttir