Á hugnaligari samkomu á Havstovuni mikudagin heiðraði stovnurin fýra av manningini, sum hava siglt við havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinasyni, í ávikavist 30, 30, 30 og 25 ár.
Menninir, sum fingu blómur og brævbjálva við gávu, vóru Dánjal J. Lydersen, skipari, Sigmund Djurhuus, kokkur og Esbern Poulsen, kokkur, sum allir hava verið við í 30 ár og meiri - og so bróðir skiparan, Rósing Lydersen, sum hevur verið dekkari við Magnusi Heinasyni í 25 ár.
Mikudagurin var ikki júst ársdagurin fyri, nær hesir menn byrjaðu at sigla fyri Havstovuna, tí onkur teirra hevur verið knýttur at skipinum heilt síðan 1980.
Sambært stjóranum á Havstovuni, Eilifi Gaard, sum beyð vælkomin og segði nøkur orð um týdningin av virkseminum hjá skipi og manning, fór Magnus Heinason á sín fyrsta túr eftir umbygging í juli í 1981.
Stjórin vísti á, at so mong ár á havinum og enntá fyri sama reiðarí og arbeiðspláss er ein stórur partur av virkna lívinum hjá einum manni.
- Eitt slíkt trúfesti hevur havt velduga stóran týdning fyri arbeiðið hjá Havstovuni. Hetta eru menn við stórum nærlagni, sum kenna rutinuna til fulnar. Uttan tað virksemi, sum tit hava verið við til, hevði arbeiðið hjá Havstovuni einki verið vert, segði Eilif Gaard.
Á myndini síggja vit teir fýra, sum vórðu heiðraðir, saman við reiðaranum á Magnusi Heinasyni og stjóranum á Havstovuni, f.v.: Erling í Liða, Esbern Poulsen, kokkur, Rósing Lydersen, dekkari, Dánjal J. Lydersen, skipari, Sigmund Djurhuus, kokkur og Eilif Gaard.
Leggjast kann aftrat, at Erling í Liða (uttast vinstrumegin) - umframt at vera reiðari á Magnusi Heinasyni - eisini er fíggjar-og umsitingarleiðari á Havstovuni.









