##med2##
Meistaraliðini í Betrideildunum, KÍ eiga eisini ársins venjarar.
Ársins venjarar, Alexandar Djordjevic og Mikkjal Thomassen vóru báðir burturstaddir.
Tó eydnaðist FM1 at gera eina telefonsamtalu við Mikkjal Thomassen, ið er sera fegin um heiðurin, og greiðir frá, at hann brúkar ein mánað um árið at vitja feløg kring Evropa fyri at læra hvussu ein gerst ein enn betri venjari.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra KÍ-spælararnar, Eyðvør Klakstein og Jákup B. Andreasen seta orð á nærlagdu meistaravenjararnar hjá KÍ, ið nú eisini eru ársins venjarar.
##ms##











