Sáttmálatræta
Nú er tað nógv, sum bendir á, at dagrøktarar kring alt landið fara at leggja arbeiðið niður fyrsta dagin.
Orsøkin er, at onki røkist fyri, at Fíggjarmálastýrið vil góðkenna teir nýggju sáttmálarnar, sum eru gjørdir ímillum tær flestu kommunurnar og Føroya Arbeiðarafelag um viðurskiftini hjá dagrøktarunum.
Føroya Arbeiðafelag fer mikudagin at kalla dagrøktararnar í teimum kommunun, sum hava sáttmála við felagið saman til fundar.
?Á tí fundinum fer spurningurin um at leggja arbeiðið niður, at verða viðgjørdur, sigur IngeborgVinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Eitt verkfall fer at leggja alla barnaansing lamna í teimum allarflestu kommununum í landinum.
Hetta boðar felagið frá í einum brævi, sum er sent Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Ingeborg Vinther sigur, at tað kom heilt óvart á Føroya Arbeiðarafelag, at Fíggjarmálastýrið ikki vil góðkenna sáttmálarnar, sum eru gjørdir um dagrøktararnar.
Tað stendur í sáttmálanum, at hann kemur í gildið, treytað av, at Fíggjarmálastýrið góðkennir teir.
?Men vit hava ongantíð ivast í, at hetta var bara ein formlig áseting.
IngeborgVinther sigur, at tað eru kommunurnar, sum betala allar útreiðslur í standast av sáttmálnum. Tískil hevur Fíggjarmálastýrið onki við sáttmálan at gera.
? Tí ivaðust vit ikki í, at góðkenningin varð ikki annað enn ein avgreiðsluspurningur, sigur Ingeborg Vinther.
Bíða ikki leingi
Ingeborg Vinther sigur, at dagrøktararnir hava nú bíðað so leingi eftir at fáa viðurskiftini í rættlag, at nú verður ikki bíðað leingi afturat.
? Vit skulu hava viðurskftini í rættlag sum skjótast, leggur hon dent á.
Hon sigur, at tað er fullkomiligur ruðulleiki á økinum í løtuni. Hesum kunnu vit ikki liva við, tí dagrøkarar vita ikki, um teir eru keyptir ella seldir. Ingeborg Vinther sigur, at tey hava heldur ikki fingið at vita, hvørjum sáttmála dagrøktarar ganga eftir sum er, ella um tey ganga eftir nøkrum sáttmála yvirhøvur.
Sum tað sæst í grein aðrastaðni í blaðnum, fær Føroya Arbeiðarafelag ikki svar frá Fíggjarmálastýrinum uppá teir fyrispurningar, sum felagið hevur sett. Samstundis hevur Komunala Arbeiðsgevarafelagið biðið um fund við Føroya Arbeiðarafelag um støðuna.
Ingeborg Vinther sigur, at ein slíkur fundur loysir ongar trupulleikar, tí at tað er Fíggjarmálastýrið, sum ikki vil góðtaka sáttmálan.
Hon sigur, at tað verður ikki talan um, at tey fara at gera ein nýggjan sáttmála, har umstøðurnar verða verri fyri dagrøktararnar, enn tær eru í sáttmálunum, sum eru gjørdir.