Nærkast teimum 2000 íbúgvunum

Vágar: - Vit kunnu bara fegnast um, at fólk framvegis vilja búseta seg her í okkara kommunu, sigur Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Tað sá annars ikki ov gott út í kreppuárunum, tá bygdirnar tríggjar í kommununi – Vatnsoyrar, Miðvágur og Sandavágur – minkaðu.

Í 1989 búðu beint omanfyri 1800 fólk í bygdunum, og helt fram at minka av álvara og byrjaði at nærkast teimum 1600. Men so kom vend í.

Í dag er fólkatalið aftur farið at nærkast teimum 2000 – við seinastu teljing vantaðu bert 36 borgarar í fyri at røkka hesum máli.

- Ja, nú eru vit komin upp aftur á eitt meiri natúrligt støði, staðfestir Albert Ellefsen (myndin)

Hann nevndir fleiri orsøkir til henda vøksturin. Ein avgerandi treyt er sjálvandi tær positivu avleiðingarnar av Vágatunlinum, eins og tað hevur verið gjørligt hjá fólki at kunna ogna sær eitt grundøki, ella so sum fleiri gera: keypa sær gomul hús í bygdunum.

- Men eg trúgvi tó, at fremsta orsøkin til at vit aftur síggja fólkatalið vaksa er, at vit hava so nógv góð tilboð og góðan trivnað í okkara kommunu, sigur borgarstjórin í Vága kommunu.