Real Madrid megnaði ikki at vinna á Valencia í kvøld, og nú eru munurin niður til Barcelona bert fýra stig.
Fyri fáum vikum síðani vóru tíggju stig á muni millum tey bæði stórliðini, men nú er munurin sum nevnt minkaður niður í áðurnevndu fýra stigini.
Seinatu vikurnar hevur Real Madrid snávað fleiri ferðir, og í kvøld megnaðu teir ikki at skora móti Valencia, og so endaði dysturin 0-0.
Real Madrid hevði annars heimavøll, og tá hugsað verður um, at 30 stig eru millum liðini, skuldu vánir verið fyri at kongaliga liðið vann. Men hóast fleiri møguleikar eydnaðist ikki Real Madrid at skora.
Liðið liggur framvegis ovast við 79 stigum, Barcelona hevur á øðrum plássi 75 stig, meðan Valencia nú hevur 49 stig á triðja plássi.