Sjálfstæðisflokkurin og Samfylkingin leggja nú síðstu hond á samgonguskjalið. Fyrrapartin viðgjørdu flokkarnir hvør í sínum lagi tað, sum higartil er komið á pappírið, og seinnapartin skuldu umboð fyri flokkarnar hittast aftur.
Útvarpið í Reykjavík sigur, at gongst sum ætlað, verður samgonguskjalið liðugt seinni í dag ella í morgin.
Síðani skulu málsøkini býtast, og at enda skulu flokkarnir tilnevna sínar ráðharrar.