Fyri lítlari viku síðani skrivaðu vit á in.fo um íslendska landsliðsleikaran, Rúrik Gíslason, sum brádliga gjørdist ógvuliga kendur á sosiala miðlinum, instagram, har hann yvir eina nátt fekk eina kvarta millión fylgjarar afturat teimum 50.000, sum hann hevði áðrenn Ísland spældi ímóti Argentina.
Les eisini: Kvarta millión fylgjarar upp á eitt døgn
Rúrik Gíslason spældi einans ein hálvan tíma, men tað var nóg mikið til at hansara útsjónd varð løgd til merkis, og fleiri hundraðtúsundtals ungar kvinnur, serliga úr Suðuramerika, byrjaðu at fylgja honum á instagram – serliga eftir at kendi argentinski sjónleikarin, Gabriela Lopez, skrivaði um hann.
Talið á fylgjarum vaks frá 50.000 til 287.000 fyrsta døgnið eftir dystin, og fylgjaratalið heldur bara fram við at vaksa hjá 30 ára gamla reykjavíkinginum. Hann hevur nú einki minni enn 967.000 fylgjarar. Tað er nærum tríggjar ferðir so nógvir instagram-fylgjarar sum tað eru íbúgvar í Íslandi.
Til samanberingar kann nevnast, at stjørnan á íslendska landsliðnum, Everton-leikarin Gylfi Sigurðsson, hevur 195.000 fylgjarar, meðan liðskiparin, Aron Gunnarsson, hevur 117.000 fylgjarar.










