Nærkast kjarnorkuavtalu við Norðurkorea

Sambært amerikanska samráðingarleiðarunum vantar ikki nóg í at fáa eina semju við Norðurkorea um landsins kjarnorkuætlanir. Seinastu dagarnar hava USA, Kina, Russland, Japan og Suðurkorea roynt at fáa eina semju við Norðurkorea um tær umstríddu kjarnorkuætlanirnar hjá stýrinum í Pyongyang.

-Ein avtala er í eygsjón, men onkrir knútar eru eftir at loysa, sigur amerikanski samráðingarleiðarin við Reuters.

Sum skilst skal Norðurkorea vera gingið við til at steðga sínum ætlanum innan tveir mánaðir. Afturfyri skal landið fáa hjálp frá hinum londunum til at nøkta sín orkutørv.