Leygardagin um eina viku fer hálvføroyska poppduoin Creamy at hava konsert í ítróttarhøllini í Runavík. Sølan av atgongumerkjum til hesa konsertina hevur gingið sera væl, og nú er við at verða útselt.
Creamy kemur til Føroya í sambandi við nýggja konserferð. Bólkurin hevur givið nýggja fløgu út, og nýggj framførsla er løgd til rættis. Alt hetta verður at síggja og hoyra í Runavík komandi vikuskifti.
Nú er eisini avgjørt, at Kular Røtur úr Klaksvík, sum eru sera væl dámdar av børnum og ungum, fara eisini at verða við á konsertini hjá Creamy. Røturnar fara at hita upp fyri høvuðsnavnið úr Danmark.
Í sambandi við konsertina verður syrgt fyri góðum ferðasambandi norðan og sunnanífrá.