Tríggir dystir eru á skránni leygardagin og sunnudagin. Leygardagin verður dystur á Kambsdali, har ÍF fær vitjan av Drátti. Her kann gerast talan um ein spennandi dyst, tí ÍF hevur bitið væl frá sær í seinastuni, meðan Dráttur hinvegin hevur havt ein lítlan niðurtúr.
Oddaliðini lættar uppgávur
Á pappírinum sær tað út til, at tey bæði oddaliðini, Mjølnir og TB, hava lættar uppgávur um vikuskiftið. Bæði liðini eru á heimavølli, og bæði skulu tey spæla móti botnliðum.
Í Klaksvík fær Mjølnir vitjan av avgjørda botnliðnum SÍ, og tað hevði verið einki minni enn ein sensatión, um tað skuldi eydnast sørvágskvinnum at fáa nakað burtur úr tí dystinum. Mjølnir liggur ájavnt við TB í stigum, men hevur betur settmun, og tí fara tær eisini óivað at gera alt fyri ikki at missa óneyðug sett, sum kunnu kosta teimum dýrt seinni.TB fær í Trongisvági vitjan av KÍF, og hóast TB í seinastuni hevur havt tað eitt sindur stríggið við at basa lægru liðunum, so er einki at ivast í, at talan er um ein dyst, sum TB óivað vinnur. Men TB hevur, sum áðurnevnt, fleiri ferðir verið noytt til at spæla javnbrótara móti lægri liðum í seinastuni, og spurningurin er so, um hetta fer at endurtaka seg sunnudagin.