Grikska stjórnin kann ikki plága fólkið við fleiri sparingum. Tað sigur grikski forsætisráðharrion, Antonis Samaras, í samrøðu við týska blaðið Handelsblatt í dag. Hann sigur, at freistin, sum landið hevur fingið til at lúka treytirnar frá lánveitarunum, er alt ov stutt, og at tað er neyðugt at fáa betri tíð.
Spurdur, hvussu leingi grikkar kunnu klára seg uttan meiri pengar uttaneftir, svarar Antonis Samaras, at tá næsti mánaður endar, eru kassarnir tómir.
-Eg skal ikki dylja nakað. Sannleikin er, at Grikkaland stendur fyri síni størstu avbjóðing.
Stjórnin í Athen hevur sagt, at henni tørvar 31,5 milliardir evrur afturat, men ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin vilja ikki lata peningin, fyrr enn grikkar fremja fleiri sparingar.