Nærkast alheims hitameti í USA

Ein hitabylgja hevur havt við sær óvanliga nógvan hita í útsynningspartinum av USA.

Í Arizona hevur hitin verið uppi ímóti 50 hitastigum seinastu dagarnar. Í gjár vórðu 49 hitastig í Phoenix, og tað er nýtt hitamet í býnum.

Myndugleikarnir hava sent út ávaringar um nógva hitan í fleiri statum. Hitin, sum í miðal er 10 stig hægri enn vanligt hesa árins tíð, hevur kostað fleiri mannalív, og nógv fólk hava fingið viðgerð orsaka av heilsutrupulleikum, sum hava samband við hitan.

Washington Post skrivar, at í Death Valley, sum liggur á markinum millum Nevada og Kalifornia, verður roknað við, at hitin fer at koma upp í 53 hitastig komandi dagarnar. Tað eru fýra stig minni enn metið fyri eina hitamáting á jørðini. Gamla metið er frá júst Death Valley og var mált 10. juli í 1913.